Lýsing
Tá eg verði stórur
‘Tá eg verði stórur’ er eitt gamalt vísulag, sum Jacob Hansen (1881-1967) hevur umskrivað frá donsku vísuni ‘Sår er min hånd’. Vísan stóð í Ungu Føroyum í 1907. Jacob búði í Norðragøtu og var nevndur Havnar-Jákup. Í vísuni fortelur eitt barn frá, hvussu gott tað verður at gerast nóg stórur at sleppa til útiróðrar. Atli Kárason Petersen hevur gjørt kórútseting.
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/ta-eg-verdi-storur
Tá eg verði stórur
Orð: Jacob Hansen
Lag: traditional
Uppseting: Atli Kárason Petersen
Tá eg verði stórur tá verður tað gott
á, hvat eg tá verði glaður
á sjógvin eg sleppi, dag og nátt,
sum annar útiróðrarmaður
her er tað land, sum mær hóvar
Enn eri eg lítil, eg sleppi ei við
at seta línu niður
men eg má ganga í fjøruni
at stinga øður og fliður
her er tað land, sum mær hóvar
Biði eg pápa lova mær við
hann sigur, “Tú gert bara verri,
ligg tú bara heima í frið,
til tú ert vorðin størri”
her er tað land, sum mær hóvar
Tá fái eg bæði bát og neyst
línu, onglar og snøri
summar, vetur, vár og heyst
eg fisk at landi føri
her er tað land, sum mær hóvar
Selji eg hann til handilin
eg nógvar pengar fái
so spari eg teir, og seti teir inn
tá sjálvur eg mær ráði
her er tað land, sum mær hóvar
Kann vera eg sleppi næstu ferð
tí eg mennist í hvørjum
nei, ongastaðni so stuttligt er,
at liva sum í Føroyum
her er tað land, sum mær hóvar.