Lýsing
Silvurbók
Silvurbók kom upprunaliga út sum partur av listaverkinum, sum innihelt bæði skrivað orð, tónleik og ein film. Ein áhugaverd samanrenning av ymiskum listagreinum í eini Silvurvøru.
Silvurbók er yrkingasavn eftir føroyska listamanninum, Trygva Danielsen, eisini kendur sum Silvurdrongur. Silvurbók snýr seg um, hvussu tað er at vera ungur maður í høvuðsstaðnum í smáu oyggjunum í Føroyum. Temaini í yrkingunum eru m.a.: kærleiki, sex, einsemi, trúgv, samfelag og sálarfrøði.
Annar partur av útgávuni er tónleikaútgávan “Silvurpláta”. Á henni eru 13 løg við tónleiki. Silvurdrongur vann eisini heiðurin fyri “ársins nýggja navn” á FMAí 2018.
Seinasti partur av útgávuni er ein stuttfilmur, sum eisini Trygvi Danielsen hevur gjørt. Filmurin eitur “111 góðir dagar”. Hesin filmurin vann Geytan í 2028. Eftirsum 111 góðir dagar kom út sum filmur í 3 pørtum (111 góðir dagar, 222 blindir einglar og 333 hálvar løtur) í 2020, er stuttfilmurin tikin niður. Í 2022 kom filmurin út sum spælifilmur.
Føroyska málið er alneyðugt í øllum trimum pørtunum av útgávuni. Silvurpláta er tøk á øllum stroymingspallum nú. Men Silvurbók er framvegis á marknaðinum og hvør bók er serstøk.