Lýsing
Sig mær (baby, eg vil vita tað heila)
Marius DC og Dania O. Tausen hava eina erliga samrøðu á nýggja staklagnum, Sig mær (baby, eg vil vita tað heila)
Marius leggur út við longslinum eftir ráari erligheit og djúpum sambandi. Einari innbjóðing at deila alt frá pínu til dreymar. Men Dania kemur við eini kontrakenslu: Hon vil taka tað seint. Óttin fyri tí ókenda, at binda seg og blíva vaksin, ger at hon vil taka tað róligt og ikki skunda sær at opna seg, hóast hon veit at summi ting kunnu ikki stýrast og henda hóast hon vil tað ella ikki. Saman vísa tey á vakurleikan, men eisini trupulleikan, við veruliga at kenna og lata seg vera kendan av øðrum.
Tónleikaliga hava listafólkini valt at leggja seg eftir 80ara ljóðinum við rungandi tammum, klokkuspæli, saksofonspæli frá Justin James og smørutum gittar og synth akkordum.
Marius sum vit best kenna sum rappara, vísir sínar eginleikar at syngja kensluborið við vøkrum harmonium, meðan Dania sum vit kenna fyri sína ráu og vøkru rødd, bjóðar 80ara ljóðinum av við at syngja allan sangin við autotune á røddini.
“Sig mær (baby, eg vil vita tað heila” fer út til tín, sum ivast um tú skalt tora at opna teg, men eisini tín, sum hevur ein longsul eftir at tann tær dámar skal tora at opna seg fyri tær. Sangurin fer út til kensluliga summarið og kompleksu støðuna av at royna ella vera noyddur blíva vaksin.
“Vit gleða okkum at framføra sangin fyri tykkum á G! 2025”, siga Marius DC og Dania O. Tausen.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: