jesus talar – BRIMHVÍTT

Katalognummar: HJF635a
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Vørunummar: HJF635a Bólkar: , , Tag:

Lýsing

jesus talar

Fyrsta staklagi á stuttfløguni brimhvítt eitur jesus talar. Í sanginum ger yrkjarin sær tankar um, hvørjum kenslum Guð og Jesus munnu sita eftir við, nú himmalski faðirin er liðugur við
skapanarverkið – hvussu himmalsku feðgarnir uppliva støðuna, nú seinasta orðið er mælt. Guð skapti jú menniskjuni í síni egnu mynd, man hann so eisini kenna allar tær menniskjaligu
kenslurnar? Leingist hann so eisini eftir einum klemmi viðhvørt? Onkrum at lufta tankarnar fyri, aftaná ein langan arbeiðsdag? Og stríðist hann av og á, eins og vit, við lágt sjálvsálit?

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/jesus-talar

jesus talar

Orð: Bjørk S. Lamhauge
Lag: Bjørk S. Lamghauge & Ari Johannesen

hann skapti tey í síni mynd
líkjast allarhelst sær
men gera tey tey tá somu synd
við tokka fyri tær

kann evna alt við síni hond
úr sínum hugaheimi
men tá hann sigur verðið ljós
fylgir myrkrið eisini við

tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast

havi havt tað so í fleiri ár
síðan tíðarinnar tíð
gav teimum alt tey ynsktu sær
var einki eftir til mín

tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast

tá eg síggi tvey sum ganga
orni eg innaní
tí eg sakni nærveru kærleika
men eingin nærkast

tey líkjast mær
tí tey líkjast mær
tí tey líkjast mær

Credits

Composers and Authors

Musicians

Production

Ari Johannesen

(framleiðsla, ljóðbland)

Fred Ruddick

(frumband)

Anni A. Lamhauge

(myndaviðger)