Lýsing
i really mean it this time
snýr seg um hvat ein ‘er’ og hvat ein kann ‘blíva’. Tað kann tykjast lætt at siga, men sum tíðin og tíðirnar ofta vísa, so er tað ikki altíð so einfalt. Broyting, góð broyting, krevur ikki bara nógv av okkum, men eisini av umstøðum okkara. ”Eg trúgvi tað at broytingarnar í mínari tíð hava ikki verið umgerðir í stjórnini, ella mannaskifti í almennum stovnum, men ein kollvelting av kenslum og at síggja.” skrivar Susan Sontag. Um ein vil læra um rættvísi, so lærur ein best av teimum, ið verða forsømd av okkara – og øllum – skipanum. Hettar er grundalagi til sangin. Sjálvt um ta tykist, at vit – fyri at venda um uppá kinesiska orðatakið – ikki liva i áhugaverdum tíðum, so síggi eg hesa tíð sum eina, ið kann broytast til ta betra…so leingi vit koppa standmyndir og forseta við at seta spurnartekin við tær ið enn standa.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/thistime