Cycle – FRUM

Katalognummar: HJF723c
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF723c Bólkar: , , , Tag:

Lýsing

Cycle

FRUM gevur út styrkjandi nýggjan sang “Cycle” – ein heiður til kvinnuligan syklus

Tónleikarinnan FRUM er klár at geva út sítt triðja staklag í ár, “Cycle” – ein sang, ið setir sjóneykuna á týdningin av at skilja kvinnuliga syklusin. Við hesum lagnum gevur FRUM eina inniligari og hugsavnan boðskap um teir náttúrligu rytmurnar, sum mynda lív kvinnna.

FRUM fekk íblástur til “Cycle” frá síni egnu ferð av tilvitan. Hon skrivaði sangin, eftir at hon hevði skilt, hvussu nógv lættari lívið gjørdist, tá hon veruliga kendi sítt egna syklus. Lagið er bæði ein persónlig spegling og eitt kall um meira opinleika um evnið.

“Eg haldi, at gentur og kvinnur vita ov lítið um okkara tíðarskeið, og hvussu tað ávirkar okkara lív,” sigur FRUM. “Við ‘Cycle’ vil eg varpa ljós á hetta evnið og eggja til eina djúpri fatan av okkara kroppi og sinni.”

Tað var eisini týdningarmikið fyri FRUM, at ein kvinnuligur framleiðari stóð fyri framleiðsluni av sanginum. Hon fann tann rætta samstarvsfelagan í Nina Fay, ein av Noregs mest spennandi, komandi tónlistafólkum. “Nina er ótrúlig – ikki bara sum framleiðari, men eisini sum persónur. At arbeiða saman við henni um ‘Cycle’ var ein fantastisk uppliving,” sigur FRUM.

Lagið setir sjóneykuna á syklus, men er eisini partur av eini heildarútgávu sum minnir okkum á, at vit øll eru knýtt saman – ikki bara til okkara egnu rytmur, men eisini til teir størri sirklar í alheiminum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://frum.lnk.to/cycle

Cycle

Orð & lag: FRUM

searching for the phone
In a messy home
feeling out of control

Looking for the part
That warms up the heart
To busy in head

I will ride the circle with you
Cause I feel your cycle

can you feel the spark
Running through your veins
Lighten up
Like its om fire

I will ride the circle with you
Cause I feel your cycle

Starts with the end and ends with the beginning

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Framleiðsla

Nina

(framleiðsla)

Aðrar útgávur við sama listafólki