Lýsing
Whirlpool / Íða
FRUM er ein føroysk listakvinna og framleiðari sum við greiðum men spælandi dreymaljóðheimi sameinir elektronikk og hugvekjandi poetikk. Enska útgávan Whirlpool, sum kom út á vári 2025, fekk nógv rós bæði her heima og úti í heimi, og tryggjaði FRUM pláss sum ein umráðandi rødd á norðurlendska tónleikapallinum.
Móti endanum á 2025, gevur FRUM Whirlpool út umaftur, hesa ferð á føroyskum. Útgávan eitur nú Íða og á hvørjum sangi er FRUM í samstarv við ymisk føroysk listafólk. Plátan er ein listalig framgongd inn í føroyskt mál, mentan og samleika. Íða kannar lívsins ringrásir gjøgnum mektigar kosmiskar rørslur í universinum til smáar lítlar syklusar inni í kroppinum, sum soleiðis er úrslitið til ein bæði jarðbundnan og úttambandi ljóðheim í senn.
Tónleikurin flytir seg frítt millum eksperimenterandi popp og yrkingar, vevur saman organisk ljóð við elektroniskan tekstur. Útgávan er eisini ávirkað av samstarvinum við etablerað og nýggj listafólk, sum gevur sangunum ein ávísan dám, sum hevur manglað á føroyska tónleikapallinum. Ein umráðandi partur av mannagongdini er eisini at FRUM burturav hevur arbeitt við kvinnuligum framleiðarum, fyri at sikkra sær at tann nuanseraði og týðiligi kvinnuligi einleikin skal hoyrast í tónleikinum.
Whirlpool/Íða kemur út á LP plátu, har lurtarin kann hoyra ensku útgávuna á síðu A og føroysku útgávuna á síðu B. Við hesi útgávuni traðkar FRUM inn í eitt nýtt ljós og byrjar ein nýggjan kapittul: at útgeva føroyskan popptónleik og stimbra samrøðuna um listaligt fjølbroytni og samstarv tvørturum aldursbólk og kyn.
Sanglisti:
A:
1. Orbit With You
2. Sun Aura
3. Wave
4. Ride
5. Whirlpool
6. Rise
7. Choir
8. Cycle
B:
1. Í ring við tær (+ Lea Kampmann, Beinir Bergsson)
2. Sólarbros (+ gówa)
3. Alda (+ Marius Ziska)
4. Ferð (+ Dania O. Tausen)
5. Íða (+ Marianna Winter)
6. Rís (+ Elinborg)
7. Kór (+ Anna Katrin Egilstrøð)
8. Syklus (+ jazzygold)
Útgivið:
LP plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/ida
Íða
Íða
1. Í ring við tær
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Nú eru vit aftur her
Sama stað,
Somu ting fara somu ting koma
Eg kenni títt eygnabrá, eg havi sæð tað ofta fyrr
Tað sigur at vit eru aftur her
Aftur nú
Enn einaferð
Tú skal vita
Eg tími væl at ferðast í ring við tær
Onkrastaðnis lang burtur
Við endan
Fer alt at vera akkurát líka og ella broytast heilt
Staðið
Langa ferðin
Tá tíðin rakar
Tá krefturnar skaka
Men eg vil siga tær
Eg tími væl at ferðast í ring við tær
2. Sólarbros
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Tú veist tað nú
Tú skilir hvussu tíðin ferðast
Fram og afturum
Og alt kennist rætt
So tú stígur inn í ringin
Har sum tú ikki hevur verið fyrr
hinumegin frá
Á kom og blaki
Alt av okkara baki
Vís mær
Sólarbros
Vís mær títt sólarbros
Dagar til
Vegir at fara
Leita eftir tí sum er rundan um
Vísa hendur við lutum sum tú fann
So tú fert
Og tú fylgir
Sólar ljóðum
Sum lyfta teg upp frá
Upp frá tí sum er undir
Á kom og blaki
Alt av okkara baki
Til reiðar
Sólarbros
Vís mær títt sólarbros
3. Alda
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Helt eg segði tað
Tíðin gongur seinni
Eg síggi eg síggi eg síggi
Rúmið ferð avstað
Skjóti tað
Mmm annað andlit brá
Mmm annað stað í mær
Hilki yvir húð
O Tak tað av
O Skola av
O skola av
Bíði eftir boðum
Enn púra tómt
Í míni song
Láan sukur heila
Kroppurin stendur í stað
Mmm annað andlit brá
Mmm annað stað stað í mær
Hilki yvir húð
Tak tað av
Skola tað av
Tú ert aldan
Tú stýrir fjøru
Tú stýrir flóð. Tg
Tú ert aldan
Tú stýrir fjøru
Tú stýrir flóð
Tú ert aldan
Mmm annað andlit brá
Mmm annað stað stað í mær
Hilki yvir húð
Tak tað av
Skola tað av
4. Ferð
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Turki eyguni
komi spakuliga upp
(lurti eftir mínum yndis lag)
oysi út av mær
(lati tað oysa út til ein vin)
fari mær ein súkklu túr
hetta keypannahavnarkvøld
tak meg við tær
tak meg við á ferð
eg vil við tær (har tú fert)
á tíni ferð
komi spakuliga aftur
aftur til mítt yndis lag
ljósareyður himmal
speglast á tær
eg skilji
at tað er nú
eg goymi mítt hjarta
tak meg við tær
tak meg við á ferð
eg vil við tær (har tú fert)
á tíni ferð
5. Íða
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
sendi (tær) eitt hjarta
sovi eina søgu
frysti í skugganum (á tær)
kalt runt um miðju
blóð ferðast seint
vit liggja rygg móti rygg
(eg) lovi tær inn
men veit eg havi læstar dyr
nær bleiv mítt lív ein tankastreymur
runt um teg?
ein íða inn í eitt hol
har tú elskar øll
meir enn meg, meir enn meg
Í fríum falli
lati meg detta
eg andi inn, andi út
tíð verður streymur
(ein) dansur á tornum
eg má sleppa tíni hond
(eg) lovi tær inn
men veit eg havi læstar dyr
nær bleiv mítt lív ein tankastreymur
runt um teg?
ein íða inn í eitt hol
har tú elskar øll
meir enn meg, meir enn meg
(eg) lovi tær inn
men veit eg havi læstar dyr
nær bleiv mítt lív ein tankastreymur
runt um teg?
ein íða inn í eitt hol
har tú elskar øll
meir enn meg, meir enn meg
6. Rís
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Eg vil taka tína hond
Eg vil fylgja tær
Ferðast í gjøgnum heilt og kalt
Ferðast vit tær gjøgnum alt
Rís
aftur
Tú kann bara lata sum um
men tað verður ikki altíð so
Alt tað vit droyma um
Fer at koma
Rís aftur
Rís aftur
7. Kór
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Sjálvt um eg blundi og haldi fyri oyrini
Sjálvt um fylli mín dag og tosi við teg tað
Hoyri eg ljóði úr alheimsinshornum
Við orku strengjum, spæla sína/teirra
simfoni
Endaleyst flóta, endaleyst fara tey sundur
og saman…
Eg veit ikki um tað altíð hevur verið
Eg veit ikki um tað altíð fer at verða
Men eg fyllist við sólarorku,
Sum hitar mína huð beint nú
Endaleyst flóta,
endaleyst fara tey sundur
og saman…
8. Syklus
Orð: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Lag: Jenný Augustudóttir Kragesteen
Hyggi 360
Onki skil á onkrum
flytur rundan um meg
Leiti eftir tí
Sum hitar mítt hjarta
høvdið er alt ov trongt
Eg vil fylgja runt við tær
Tí eg síggi tín syklus
Følir tú hitan
Ígjøgnum tínar æðrar
Tú lýsir upp tú lýsir upp
Eg vil fylgja runt við tær
Tí eg síggi tín syklus
Byrjar og endar, byrjar og