Xperiment – Xperiment

kr. 95

Producer catalog: FKT049
Production year: 2014
Tracks: 10

SKU: FKT049 Categories: , Tag:

Description

About Xperiment

Tracklist:
1. Lívsmynd
2. Hygg so longri
3. Barnið
4. Í Gøtu ein dag
5. Svarti Ravnur
6. Farvæl Maria
7. Uttan teg
8. Reytt, blátt og hvítt
9. Fuglakvæðið
10. Leið milda ljós

Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/xperiment

Xperiment

1. Lívsmynd

Lyrics and music: Steintór Rasmussen
Arr: Sigrið Sivertsen

Enn eri eg ungur
Og enn í góðum lag
Mær tørvar einki føðibræv
Til at prógva tað

Eg minnist ei mín barnadóp
Og mína grulvutíð
Nú eri eg nóg vaksin til
At skilja hvat og hví.

Eg vil elska
Eg vil syngja
Eg vil fevna kærleikan
Eg vil leita til tey støð
Har eg finni sannleikan

Lívið er mítt listarverk
Eg máli jú hvønn dag
Um eg fylli hundrað ár
Ei liðugt verður tað

Vónin er at myndin mín
Ein mildan skugga fær
Tá fólk í øllum heiminum
Frælsið ogna sær.

Eg vil elska
Eg vil liva
Eg vil syngja friðarlag
Saman við so nógvum menniskjum
Sum altíð vilja tað.
Vilja gráta
Vilja flenna
Ynskja frið í heiminum
Og við álit á hvønn annan
Læra mangt av lívinum

2. Hygg so longri

Lyrics: Sigrið Sivertsen, Petur Olsen
Music: Jákup Olsen
Solo: Katarina, duett Alexandra
Arr: Sigrið Sivertsen

Tú trúði lívið skuldi vera ljóst og sera gott
Himmalin bláur og sólin skína hátt
Tú ovast av tindi sást alt omanifrá
Alt skuldi vera fullkomið eftir einum reyðum tráð

Men ikki altíð gekk . sum tú hevði mett
Himmalin bleiv gráur og sólin hevði sett
Av tindi niður dalin tú trivlaði teg fram
Úr eygsjón misti hann sum reyða tráðin spann

Men hugsa djypri enn tú skilur
Hygg so longri enn tú sært
Einans styrki fæst við mótgang
Bert av stríði fært tú lært
Seinni kanst tú gleðast og fáa svar

Hvat um alt var eins og sólin altíð skein
Altíð turt og blikalogn og luftin púra rein
Tað ei leingi hevði gingið ber eina stutta stund
So hevði alt følnað og brunnið heilt í grund

Men hugsa djypri enn tú skilur
Hygg so longri enn tú sært
Einans styrki fæst við mótgang
Bert av stríði fært tú lært
Seinni kanst tú gleðast og fáa svar

Nei síggj heldur mótgongd sum eina roynd
Kærleikans megi í ódnarveðri goymd
Tak ímóti styrki – títt lív verður fult
Tað sum fyrr var tær krógvað ei longur er tær dult

3. Barnið

Lyrics: Sigmund Poulsen
Music: Jóhannes á Rógvu Joensen
Solo: Natasha Gren
Arr: Sigrið Sivertsen

Tủ bar mær ta sól sum í skýggjum var goymd
Tú bar mær boð um sjálvt lívið
Tú rætti mær stjørnur og mána í hond
Tú bar meg heim gjøgnum dreymanna lond
Tú vakti mítt hjarta til lívið

Eg syngi tær alt eg nú syngja tær vil
Eg syngi tær um sjálvt lívið
Eg syngi tær stjørnur og mána í hond
Eg syngi teg inn í dreymanna lond
Eg syngi ein sang um sjálvt lívið

Tủ bar mær ta sól sum í skýggjum var goymd
Tú bar mær boð um sjálvt lívið
Tú rætti mær stjørnur og mána í hond
Tú bar meg heim gjøgnum dreymanna lond
Tú vakti mítt hjarta til lívið
Tú bar mær ta sól sum í skíggjum var goymd

4. Í Gøtu ein dag

Lyrics: Tróndur Olsen
Arr: Sigrið Sivertsen

Í gøtu ein dag har hendi eitt undir ei fyrr var tað sæð
Tað skramblar sum heglin
Í Gøtu ein dag
har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
tað ýlur av stormi – tó ei rørdist hár,
og klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
Øll Gøta var paff.
Øll Gøta var paff.

Ei undur var í:
Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
at Trølkonufingur í liðinum brast,
tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
Hann gandaði Geyta í grøvini lá,
so Geyti stóð hjá
so Geyti stóð hjá

Teir heilsaðust so.
Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
Eg svav har so leingi, eg sigi tær satt,
eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.
Tað gekk so ein tíð,
og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.

Og alt letur skatt,
og mjøður er bannaður – jú tað er satt.
Tað mesta av jørðini fór undir kong
Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song!
-Men sig hvat ger tingið.
Nú statt ei og bín!”
“Jú, teir selja grýn!”
“Jú, teir selja grýn!”

5. Svarti Ravnur

Lyrics and music: Martin Joensen
Solo: Terji Djurhuus
Arr: Sigrið Sivertsen

Breið tínar veingir út
og flúgv so yvir vøtnini
Yvir dimmu dalarnar
og fram til gylta tindin
Svarti ravnur set teg har
ið sólin fer í kav
– Og lat bleyta árkvæðið
rura teg í blund
– Tú svevur væl
Tú svevur væl

Breið tínar veingir út
Flúgv nú avstað

Næsta morgun sterka
rúmdarsólin hitar kroppin tín
– Lat so veingir tínar bera teg
til undurlandið
Svarti ravnur legg nú væl
til merkis hvat tú sært
– Og lat ikki harða sólarljósið
blenda teg
Lat tað ikki blenda teg

Ljósir kroppar heilsa tær
og undrast yvir búna tín
Lat teir ikki nema teg
– Hevja teg til skýggja
Svarti ravnur flúgv so heim
og sig mær hvat tú sá
Ert tú enn tann sami sum
tá ið tú fleyg avstað
Tá tú fleyg avstað

6. Farvæl Maria

Lyrics and music: Hans Inge Fagervik
Solo: Jóannes Lamhauge
Arr: Sigrið Sivertsen

Fyrstu ferð eg sá teg
Tað var ein summardag
Tú kom rennandi ímóti mær so glað
Títt langa myrka hár
í vindinum sum lín
Eg minnist at eg ynskti tú vart mín

Og vit hildu saman
Men bert í stutta tíð
Eg sveimaði á skýggjum
Tú vart so fitt, so blíð
Men tú vildi liva lívið,
Tú vildi vera frí
Og áðrenn eg visti,
vart tú ei longur mín.

Farvæl Maria,
Farvæl og takk fyri tað tú var
úr okkum báðum spurdist onki par
Men takk, takk Maria

Árini teg gingu
Men eg gloymdi ikki teg
Og ein dag møttust aftur tú og eg
Ein nálarmerktan arm
Tú rætti fram og bað
Eitt oyra til mat
Sít mær ikki tað

Eg nevndi teg við navni
og gav tær tað tú bað
Tú orkaði ikki at svara
men fór grátandi avstað
Í kvøld áðrenn konsertina
fekk eg tey tungu boð
at tú vart deyð, hví skuldi tað enda so?

Eg fekk ikki sitið her, eg mátti út,
at fáa linna fyri mína sút.
Regnið fjaldi tárini, og gott var tað
Tí ongin skuldi síggja, at eg græt

Tað byrjaði í spølni, men tú dugdi ikki hógv
Prísurin var høgur, tú mátti gjalda nógv
Men Maria eg vil minnast teg
sum tú vart tann summardag
Tá tú kom rennandi ímóti mær so glað

Farvæl Maria, farvæl,
og takk fyri tað tú var.
Úr okkum báðum spurdist onki par
Men takk, takk Maria
Farvæl Maria, farvæl,
og takk fyri tað tú var.
Úr okkum báðum spurdist onki par
Men takk, takk Maria

7. Uttan teg

Lyrics and music: Martin Joensen
Solo: Brynja Erlendsdóttir Dam
Arr: Sigrið Sivertsen

Uttan teg var tøgnin tóm
Ljósið uttan lit og ljóm
Ælabogin gráur var
Um ei Faðir tú vart har
Uttan teg var dagur nátt
Sólin átti ongan mátt
Uttan teg var glóðin køld
Uttan teg var morgun kvøld

Tá mín brekka gerst ov brøtt
Tá mær tokan gerst ov tøtt
Faðir, fylg mær tá á leið
Tú, sum eina troyttast ei
Hvirlur bresta á mín rút
tigandi eg hyggi út
Man í storminum tá eg
Harri, aftur tekkja teg?

Verjugarður mín ver tá
Vakta harri mína búð
Faðir ver tú styrki mín
Leið meg loksins heim til tín
Tá mítt berg mær gerst ov høgt
Tá hvørt vitaljós er sløkt
Faðir fylg mær tá á leið
Tú sum eina troyttast ei

8. Reytt, blátt og hvítt

Lyrics: Heri Nolsøe
Music: Jógvan Olsen
Arr: Sigrið Sivertsen

Føroyar gav Eysturríki ein vals
Tað hoyrdist úr Wien heilt til Mikladals
Í heimspressu Føroyar bara fingu rós
Tá eysturríkar snávaðu heilt út av kós

Kempaðu bardust teir allir sum ein
Máltalva Føroya var hildin rein
Stríddust tit garpar við vilja av stál
Og førdu til sigur Føroyar á mál

Merkið reytt og blátt og hvítt
veittrar frítt um heimin vítt
Fjøllini fólkini stolt standa rætt
Dávid hann feldi Goliat

Koyrið á – Koyr á Føroyar

Brimbardar oyggjar og fólk gingu kyk
Frásøgumenn róptu megnaravrik
Føroyar tær skulvu í botn og í grund
Sigursrúsur um dalar og sund

Merkið reytt og blátt og hvítt
veittrar frítt um heimin vítt
Fjøllini fólkini stolt standa rætt
Dávid her feldi Goliat
Dávid her feldi Goliat

Koyrið á – Koyr á Føroyar

Í Norðurírlandi húsini grá
Í Jugoslavia luftin so blá
Tá leikararnir syngja tú altfagra land mítt
Føroyar bylgjast í barminum blítt

Merkið reytt og blátt og hvítt
veittrar frítt um heimin vítt
Fjøllini fólkini stolt standa rætt
Dávid her feldi Goliat
Dávid her feldi Goliat

Koyrið á

9. Fuglakvæðið

Lyrics: Nólsoyar Páll
Arr: Sigrið Sivertsen

Gevið ljóð og lýðið á
Leggið væl í minni
Gevið ljóð og lýðið á
Leggið væl í minni
Meðan eg kvøði um fuglagleim
Alt á einum sinni

Fuglin í fjøruni
Við sínum nevið reyða
Mangt eitt djór og høviskan fugl
Tað hevur hann greitt frá deyða
Fuglin í fjøruni

Fyrsta dag ið ljómin víkur
Er mær tað at telja
Skúgvalist ella falkaleik
hvilkin skulu vit velja

Annan dag í fragdarljómi
Falkurin ristir fjarðar
Syftir hann seg til skýggja upp
Men ætlar at gista jarðar

Sveimar hann um loftið vítt
Strekkir langar gøtur
Hvørt eitt tal við foldina er
Skal falla mær til føtur

Tjaldrið tók at láta hart
Tað hoyrdist yvir sjógv
Tá fleyg hvørt í sína ætt
Halan upp í rógv

Gevið ljóð og lýðið á
Leggið væl í minni

10. Leið milda ljós

Lyrics: John Henry Newman
Translation: Jákup Dahl
Solo: Oddvør Dam og Natasha Gren
Arr: Sigrið Sivertsen

Leið milda ljós ígjøgnum tokukleim
Lýs tú mær leið
Nú kom hin svarta nátt og langt er heim
Lýs tú mær leið
Leið tú mín fót at síggja allan veg
Mær tærvar ei við eitt stig hjálpist eg

Slík bøn mær fyrr ei altíð kom í hug
Lýs tú mær leið
Eg vildi sjálvur greiða veg men nú
Lýs tú mær leið
Mín trá til heimin stóð mín sál var stríð
Og hugmóð stórt og gloym ta vándu tíð

Tín hond ei slepti mær eg veit tað væl
Hon leiðir meg
Um stíggj og fjall og dal eg ganga skal
Heim komi eg
Tá nátt er av um ljósa morguntíð
Tá heilsa mær tey einglaandlit blíð

Other products by artist

Related products