Gevið ljóð og lýðið á – Xperiment

Producer catalog: FKT049c
Production year: 2024
Tracks: 10

SKU: FKT049c Categories: , Tag:

Description

Gevið ljóð og lýðið á

EN: XPERIMENT is a rhythmical choir of 34 members, located in the Faroe Islands. The choir has been active for 14 years, performing mainly in the Faroes but also around Europe. Lead by the choirmaster Sigrið Sivertsen, their signature has been experimenting with the traditional Faroese ballads with a rhythmical twist. Their second album Gevið ljóð og lýðið á means make noise and listen, which is a common start stanza of many of these. The album will take you through some of the oldest, Faroese ballads that have been carried from oral tradition to more recent, well-known songs among the local Faroese. The album is recorded, edited and mastered by Henrik Birk Aaboe, Corona Music.

—-

FO: XPERIMENT er eitt rytmiskt kór við 34 kórlimum, staðsett í Føroyum. Kórið hevur verið virkið seinastu 14 árini, har tey hava framført kring allar Føroyar, og eisini ymsastaðni í Evropa. Við kórleiðaranum Sigrið Sivertsen á odda, er kórið eyðkent fyri at eksperimentera við føroyskum kvæðum, og lata tey í ein nýggjan, meiri rytmiskan ham. Seinna fløga teirra, Gevið ljóð og lýðið á, leiðir tykkum frá summum av okkara elstu kvæðum til nýggjari, føroysk løg, sum allir Føroyingar kenna og hava nær at hjartanum. Fløgan er tikin upp og løgd til rættis av Henrik Birk Aaboe, Corona Music.

Tracklist:

  1. Sigmundskvæði yngra
  2. Grímur av Miðalnesi
  3. Huldugentan
  4. Eitt dýpi av dýrari tíð
  5. Um eg kundi kvøðið
  6. Grindavísan
  7. Tá eg verði stórur
  8. Risin og moyggin
  9. Brestis kvæði
  10. Aldan

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/gevid-ljod-og-lydid-a

The choir wants to thank:
Sigrið Sivertsen, Corona Music, TUTL, Tórshavnar Musikkskúli, MLF, Kiwanis, FUR, Mentanargrunnur landsins, Skúlin við Løgmannabreyt

XPERIMENT – Gevið ljóð og lýðið á

 1. Sigmundskvæði yngra

Words: Jens Christian Djurhuus
Music: Sigrið Sivertsen (arranger)

Í Føroyum har búðu høvdingar tveir
Tróndur og Sigmundur itu teir
Sigmundur búði Skúvoy á
Tróndur búði í Gøtuvág

Noregs menn, dansið væl í stillum
Stillið tykkum allar riddara Noregs menn,
Dansið væl í stillum

So grammur var Tróndur, hann hugsar ilt –
Sigmundur hevur vár veitslu spilt.
Hvessið spjót, hvessið knív
Ja tað skal galda lív, lív.

Sigmundur vaknar úr svøvni brátt –
Hvør brýtur inn á meg á nátt?
Hann sum brýtur á tínar dyr
Tað er tann maður tý háðaði fyrr.

Sigmundur kastar í havið seg
Einar og Tóri sama veg
Torgrímur niðru í taran sær
Maktarsleysur lá Sigmundur har

Dreingirnir hildu hans hár
Meðan hann gav honum banasár
Dreingirnir hildu hans hár
Meðan hann skilti høvur frá kropp

Ein slíkan enda Sigmundur fekk
Hans líki ei í Føroyum gekk
Noregs menn, dansið væl í stillum
Stillið tykkum allar riddara Noregs menn,
Dansið væl í stillum
Dansið nú væl! 

2. Grímur av Miðalnesi

Words: traditional
Music: Atli Kárason Petersen (arranger)

Gevið ljóð og lýðið á,
fátt er um at røða
Bóndin fyrst í heimi bygdi,
har um við eg kvøða

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar, teir springa,
Hoyrast mundi langan veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja

Gevið ljóð og lýðið
Er um at røða, har um vil eg kvøða
Gevið ljóð og lýðið á

Gevið ljóð og lýðið á,
fátt er um at røða
Bóndin fyrst í heimi bygdi,
har um vil eg kvøða

Tað var ungi Grímur,
gekk í hallina inn
Tórður sat yvir breiða borði,
smíltist undir skinn

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar, teir springa,
Hoyrast mundi langan veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja

“Vælkomin Grímur, frændi mín,
ikki skal eg teg fjóna
Oft’ hevur vaksið ungum
hvølpi hvassar tenn í góma!”

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar, teir springa,
Hoyrast mundi langan veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja

Grímur var í borgum har,
flytur so frøðið fram,
Griman tók hann vøkstur har,
hann bleiv ein menskur mann

Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja
Stíga á sínar hestar, teir springa,
Hoyrast mundi langan veg sum teirra sporar ringja
Vítt um vegir gyltnir hjálmar syngja

3. Huldugentan

Words: traditional
Music: Unn Patursson (arranger)

Náttin svørt yvir landið lá
Fólkið tað mest alt svav
Veðrið var gott, og mánin sá,
Sólin var gingin í kav.

Ein var maður, úti hann stóð
Hesa somu nátt
Náttina dámar øllum ei gott
Gævi tað lýsti brátt.

Heyggjarnir runt um opna seg,
Huldufólk koma í dyr.
Hesin maður tað sýnið sá,
Hann hevði ei sæð tað fyrr.

Vakrar moyggjar í skarlak reyð,
Klæddar frá topp til tá,
Skunda sær út av hvørjum heyg
Allar til dans at gá.

Á fríðari fløtu tey sláa ring,
Gentur og ungir menn
Ofta tey gera so knapplig sving,
Dansa so runt í senn.

“Kom og dansa ein dans við mær!”
talar hon orðum blítt.
“Við mína lið eg havi teg kær,
heim mítt skal vera tær frítt.”

“Trútt sum trøllið” er gamalt orð,
stóla tú á tað fast.
Huldufólk svíkja ei vinin sín
Fyrr enn at hjartað brast.

 4. Eitt dýpi av dýrari tíð

Words: Jens Pauli Heinesen
Music: Elim Brimheim Heinesen (composer), John Høybye (arranger)

So verður sagt av monnum
at lívið er markleys neyð
eitt dýpi av gráum døgum
og børn, ið biða um breyð

Kanska er lívið sorgarlag
kanska er lívið gott
og kanska eg ein skínandi dag
beri kenslu av myrkari nátt

Í nátt er luftin so rein og klár
bládjúp og ísandi køld
foldin hvílir í hvítari tøgn
og norðlýsið reisir sær tjøld

Og vit mítt er fult av tonkum
á ferð út á víðan veg
at finna á miðleysu náttargongd
tann vísdóm, ið uggar meg

Men ongan vísdóm eg finni
ið sigur tey sonnu orð
Sum bløðandi fuglar falla tey
aftur at hvítari for

Tó eg veit at dýrgripir finnast
og fjalast við gráan eim
tá gentur og dreingir spenna
sum folar í dans og gleim

Tá barmur mín spentur av undran
av eydnu, av tungari trá
av iva og sorgarløgum
Eisini, eisini tá –

Veit eg at lívið er gáva
eitt dýpi av dýrari tíð
sum øll skulu valla ígjøgnum
rekast og villast inní

5. Um eg kundi kvøðið

Words: Janus Djurhuus
Music: Stanley Samuelsen (composer), John Høybye (arranger)

Um eg kundi kvøðið
Hjartalongsul mín
Allar mínar sangir
Elskaða til tín.

Um eg kundi grátið
Eina náttarstund
Meðan blíðir andar
Tær veittu sælan blund.

Grátið hvirt og leingi
Vakna ikki, fljóð,
Yvir fornar fannir
Vil eg gráta slóð.

Gráta fram tær blómur
Horvnar undir snjó
Elskaða, tær anga –
Tær nørdu hjartablóð.

Um eg kundi teskað
Vakna, álva mín,
Summarblómur fríðar
Græt eg fram til tín.

Tá mær vildi bleika
Sorgarbrosið títt
– ljósnandi umsíðir –
Lovað summar nýtt.

6. Grindavísan

Words: Christian Pløjen
Music: Sigrið Sivertsen (arranger)

Raske drenge, raske drenge!

Aarle det var om sommeren,
Og maanen skinner saa bleg,
Taagen svinder for solen hen,
Som nylig af havet steg.

Så siger Jógvan den havneman,
Han er sig en fisker brav:
Dette må være en dag, forsand
At fare sig øster i hav

Raske drenge, grind at dræbe
Det er vor lyst.

Jógvan sad og tænkte paa grind,
Han straaler saa højt at stige
“Der saa jeg blosteret af en grind!”
han hastelig monne skrige.

Grindaboð! Grindaboð!

Raske drenge, grind at dræbe
Det er vor lyst.

Haard var striden og kosted blod
Her kunne man faa at vide
At færøs drenge med mandemod
Tør gaa i kampen og stride

Raske drenge, grind at dræbe
Det er vor lyst.

Her hersker bulder og larm og raab,
Forvirring over al maade
Her trænger sig i en broget hob
Mennesker, hvaler og baade.

Høj toner stille i midnats stund
Til herren som hvalen gav
De fromme salmer fra hjertens grund
Henover det rolige hav.

Raske drenge, grind at dræbe
Det er vor lyst.

Grindaboð! Grindaboð!

7. Tá eg verði stórur

Words: Jacob Hansen
Music: Atli Kárason Petersen (arranger)

Tá eg verði stórur tá verður tað gott
á, hvat eg tá verði glaður
á sjógvin eg sleppi, dag og nátt,
sum annar útiróðrarmaður
her er tað land, sum mær hóvar

Enn eri eg lítil, eg sleppi ei við
at seta línu niður
men eg má ganga í fjøruni
at stinga øður og fliður
her er tað land, sum mær hóvar

Biði eg pápa lova mær við
hann sigur, “Tú gert bara verri,
ligg tú bara heima í frið,
til tú ert vorðin størri”
her er tað land, sum mær hóvar

Tá fái eg bæði bát og neyst
línu, onglar og snøri
summar, vetur, vár og heyst
eg fisk at landi føri
her er tað land, sum mær hóvar

Selji eg hann til handilin
eg nógvar pengar fái
so spari eg teir, og seti teir inn
tá sjálvur eg mær ráði
her er tað land, sum mær hóvar

Kann vera eg sleppi næstu ferð
tí eg mennist í hvørjum
nei, ongastaðni so stuttligt er,
at liva sum í Føroyum
her er tað land, sum mær hóvar.

8. Risin og moyggin

Words: traditional, Johanne Pouline Djonesen (author chorus 1902), Albert Djurhuus (author stanzas 1971)
Music: Unn Patursson (arranger)

Fólkið alt í kirkju gekk inn, stígið so,
Heima sat hon moyggin ein.

Stígum á, stígum á, stígum á vár gangara fríða,
Riddarin vil til hóva gá,
Stígum á, stígum á vár gangara fríða.

Heima sat hon moyggin ein, stígið so,
Hon var von við trøllagleim.

Stígum á, stígum á, stígum á vár gangara fríða,
Riddarin vil til hóva gá,
Stígum á, stígum á vár gangara fríða.

Risin burt frá garði gekk, stígið so,
Flættað hár á herðar hekk.

Statt upp moyin lat meg inn, stígið so,
tí eg eri kongsins son so fín.

Hví stendur tú so leingi, so
Hví slært tú ikki hørpustreingir

Stígum á, stígum á, stígum á vár gangara fríða,
Riddarin vil til hóva gá,
Stígum á, stígum á vár gangara fríða.

  9. Aldan

Words: Gunnar Hoydal
Music: Sigrið Sivertsen (arranger), Annika Hoydal (composer)

Altíð ræddist eg taran í sjónum,
Rekandi vøkstur um klettar og brot,
Síðani, saman við ótta og vónum,
Hevur tú rikið mítt hjarta á flot.

Nú ert tú aldan, og eg eri tarin,
Dregur meg at tær og rekur meg frá,
Eigi teg, eigi teg, tá tú ert farin,
Veit at eg missi teg, tá tú ert hjá.

Tak í meg, tak um mín iva,
Nem við meg, nert ikki við,
Sissa meg, tá eg vil liva,
øs meg, tá eg biði um frið.

Alt tað, sum lokkar og alt, sum vil styggja,
Fløðandi, fjarandi ert tú í mær,
Lyftur meg upp nú og letur meg liggja,
Myrkrið, sum bjargar og ljósið, sum slær.

Tak í meg, tak um mín iva,
Nem við meg, nert ikki við,
Sissa meg, tá eg vil liva,
øs meg, tá eg biði um frið.

Ræddist eg sjógvin við myrkri og megi,
Visti meg stíga á ótryggan veg,
Líknandi leið, men við rekandi gleði,
Gangi eg nú: Nú ræðist eg teg.

Tak í meg, tak um mín iva,
Nem við meg, nert ikki við,
Sissa meg, tá eg vil liva,
øs meg, tá eg biði um frið.

10. Brestis kvæði

Words: traditional
Music: Sigrið Sivertsen (arranger)

Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægsta summarið.

Árla var um morgunin,
sólin roðar í hav
Beinir gekk í skálan inn,
har Brestir sterki svav

Treðum lættliga dansin!
Dagurin skínur so fagurliga,
komið er hægst á summarið.

Svaraði Sigmundur Brestisson,
snimma vaks hans hugur:
“Hann ið alist við øsku inni,
lítið í leikum dugir!”

“Sætt hann sigur, sonur mín,”
Brestir tók til orða,
“Eingin skal hjá ungum alva
bragdarhugin forða.”

Eldur reyk úr eggjateinum,
stál mót stáli smellir,
fimm so fullu kroppar niður,
heilin støkk um hellur

Beinir tveir til heljar hjó,
og tríggjar Brestir sterki;
ota undan allir aðrir,
gleðast ei við verkið

Tóri runnu tár á kinn,
harðnar Sigmunds sinni:
“Grátum ikki frændi mín,
vær goymum væl í minni!”

Credits

Composers and Authors

Sigrið Sivertsen

(arranger on tracks 1, 6, 9-10)

Atli Kárason Petersen

(arranger on tracks 2, 7)

Unn Paturson

(arranger on tracks 3, 8)

John Høyebye

(arranger on tracks 4-5)

Jens Christian Djurhuus

(author on track 1)

Jens Pauli Heinesen

(author on track 4)

Janus Djurhuus

(author on track 5)

Christian Pløjen

(author on track 6)

Jacob Hansen

(author on track 7)

Johanne Pouline Djonesen

(author on track 8)

Albert Djurhuus

(author on track 8)

Gunnar Hoydal

(author on track 9)

Elin Brimheim Heinesen

(composer on track 4)

Stanley Samuelsen

(composer on track 5)

Annika Hoydal

(composer on track 9)

Musicians

Andreas Samuelsen

(choir: bass)

Bireta J. Hansen

(choir: alto)

Eydna Cæcilie Dalsgaard

(choir: soprano)

Elias Magnussen

(choir: tenor)

Eva Hjelm Aanesen

(choir: alto)

Flykra av Skarði

(choir: soprano)

Guðrið Patursson

(choir: alto)

Gunnvør Suðuroy

(choir: soprano)

Hallur Andreassen

(choir: tenor)

Heini Ziskason Viðoy

(beatbox & choir: bass)

Henrik Birk Aaboe

(percussion)

Henry Berg

(choir: tenor)

Johannes Samuelsen

(percussion & choir: tenor)

Jóhanna Lützen

(choir: soprano)

Jóhan Johannesen

(choir: tenor)

Karla Hansen

(choir: alto)

Monika Hjelm Joensen

(choir: soprano)

Natasha á Lofti Gren

(choir: soprano)

Rannvá Álaberg

(choir: alto)

Róar Terjason

(choir: bass)

Sasho Bjartsson

(choir: tenor)

Sólja Kallsberg

(choir: soprano)

Sunniva Remberg

(choir: alto)

Stephanie Trónd

(choir: soprano)

Production

Henrik Birk Aaboe

(recording & mix & master)

Other products by artist

Related products