Description
Spegil
SPEGIL somehow looks at Simona Paula’s lifeline, both based on events, but also how she personally has developed over time. Some songs are based on certain periods or characters and their role in her life . Others are based on an irritation about something to do with society, norms, and everytime she has been able to turn it around and look inward at her own role in this context. So although the songs are about all kinds of different things, they are all reflective and dig into deep and strong feelings.
Tracklist:
A:
Fylg mær heim (Walk me home)
Sjóborgin (The caslte of the sea)
Vit vita ikki, hví tað er (We don’t know why it is)
Gleði omaná (Joy for dessert)
Dupult moralur (Double standard)
B:
Eg lærdi um einglar (I learned about angles)
Eg velji at tiga (I choose to stay silent)
Síð um síð (Feat: Dania O. Tausen) (Side by side)
Lati akker falla (Letting anchor fall)
Released on the following formats:
As LP and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/spegil
Fylg mær heim
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Leið meg til eitt stað, eingin veit um
Bara eg og eingin meg skilja skal
(Hey)
Ongar væntanir verða av mær
Eitt loynistað, eg altíð kenni meg væl
(Hey)
Kanska hoyra tutlið frá ánni
Eg kann spæla ein sang, sum eg kenni
Stór trø, sum fjala meg frá vindinum
So fylg mær heim
Fylg mær heim
Eg eri troytt nú
Fylg mær heim
Eg eri troytt av mínum feilum
Og tá eg skuffi tey, eg elski mest
(Hey)
Nógvir tankar mala í mær
Dag um dag, men í kvøld vil eg hava frið
(Hey)
Man tað ikki vera í lagi
Tá eg einaferð komi til staðið
Og fuglalátur dregur meg frá larminum
So fylg mær heim
Fylg mær heim
Eg eri troytt nú
Fylg mær heim
Sjóborgin
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Lagnan var hørð
Sum ein stormur uttan náði
Men tú stendur her
Sum ein varði
Ið aldrin fellur
Tað er tungt at bera
Eina óbodna sorg
Ja, hvussu hevði verði
Um hon ikki
Var komin inn
Hann bíðar eftir tær
Hann bíðar eftir mær
Eg tori ikki at spyrja
hvussu tú hevur tað
tí um tú nú brotnar
ja, so brotni eg við
Borgin á sjónum
sigldi inn í himmalhavn
har hvílir hann seg
og bíðar
eftir okkum
Hann bíðar eftir tær
Hann bíðar eftir mær
Vit vita ikki, hví tað er
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Kanst tú vísa mær
Hvat eg skal gera
Tí eg veit ikki
Hvat eg skal
Kanst tú siga mær
At alt fer at ganga
Tí eg veit ikki
Um tað fer
Tað er eitt myrkur
sum býr í mær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og eg veit ikki
Hví tað er
Eg vil vísa tær
Hvat tú skalt gera
Tá tú ikki veitst
Hvat tú skalt
Eg vil siga tær
At alt fer at ganga
Tá tú ikki veitst
Um tað fer
Tað er eitt myrkur
Sum býr í tær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og tú veitst ikki
Hví tað er
Okkurt størri goymir seg
Millum orðini
Allar óttarnir fána burt
Friðurin leggur seg
Tá tú sigur tað gongur nokk
og eg góðtaki at
Eitt myrkur býr
Í mær og tær
Ja, tað kemur
Og tað fer
Og vit vita ikki
Hví tað er
Gleði omaná
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Legg teg væl
Lat óttan fella burt
Í dreymarnar
Hvat er tað
Sum fær tárini
At renna í kvøld?
Tú hevur nógv
At stríðast við
Og nú roynir tú at spyrja
Hvat er lívið uttan mótgongd viðhvørt?
Og hvat er lívið uttan gleði omaná?
Tá alt er vónleyst og einki gongur tær væl
Skalt tú vita
At aldrin kundi eg
Livað uttan teg
Tú ert tú
Einki meira noyðist eg at
Biðja teg um
Tí tann tú ert
Fær meg at smíla
Tá okkurt plágar meg
Tú vísir kærleika
Hvar enn tú fert
Og nú spyrja vit saman
Hvat er lívið uttan mótgongd viðhvørt?
Og hvat er lívið uttan gleði omaná?
Tá alt er vónleyst og einki gongur tær væl
Skalt tú vita
At aldrin kundi eg
Livað uttan teg
Dupultmoralur
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Hví siga vit øll eru góð nokk?
Tá vit einans meina við tey vit dáma
Allar kenslur eru ókey
Tá vit einans meina við tær vit kenna
Ja, hví siga vit at allir kroppar
Eru vanligir
Um teir lúka røttu krøv
Hví reypa vit um góðan moral
Tá vit ikki vísa tað løtu seinni
Ja, hví reypa vit um góðan vilja
Og tá tað so er sagt, gera vit ongan mun
Hvat er at elska sín næsta
Um øll ikki telja við
Eg lærdi um einglar
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Tað, sum eg lærdi um einglar
Síggi eg aftur í tær
Tað, sum eg ongantíð skilti
Skilji eg, tá tú ert nær
Tá eg hugsi, tá veit eg
Ein gáva frá Gudi tú ert
Tín nærvera lyftir og styðjar meg
Hon lætta í sinni meg ger
Best er at njóta løtuna
Meðan hon er
Eg vil njóta løturnar
Eg fái við tær
Tankar teir koma og fara
Og kenslurnar tær fylgja við
Trúfastur stendur tú hjá mær
Og uggar meg við mína lið
Tá ið umstøður tyngja
Eitt smíl tú nokk finnur fram
Tú stimbrar tær læandi løtur
Sum ongin annar kann
Tá lívsins mótgongd meg rakar
Og dregur meg niður við sær
Veit eg at tú ert hjá mær
Og heldur fast um meg
Best er at njóta løtuna
Meðan hon er
Eg vil njóta løturnar
Eg fái við tær
Eg velji at tiga
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Eg vísi meg
Og gevi ljóð
Men eg eri ósjónlig
Hóast tað
Eg tosi um tað góða
Og fjali mína skomm
Her er gott at vera
Men eg ivist eisini í
Um eg opni meg
Hvat fert tú at siga
Um meg tá
Kanska eg skuffi teg
So eg velji at tiga
Eina løtu afturat
Normurin
Skapar meg
Men eg skapi normin
Tá eg tillagi meg
Til hann
Um eg opni meg
Hvat fert tú at siga
Um meg tá
Kanska eg skuffi teg
So eg velji at tiga
Eina løtu afturat
So eg seti meg
Og broyti teg
Og tú gert tað sama
Tá tú tillagir teg
Til mín
Síð um síð
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Kom set teg her við borðið
Sig mær, hvat tú sást
Tá vit
Gingu eftir á gongugøtuni
Tí eg veit
Vit síggja ei tað sama
Ganga síð um síð
Hvør í sínum lag
Kann eg hoyra tínar tankar
Síggja inn í tína verð
Tað, tú upplivir har
Venda tí, vit sóu
Læra okkurt nýtt um tilveruna
Somu fólk og farvur
Sami luktur og somu ljóð
Og tó
Tvey vítt forskellig sjónarmið
Hóast vit
Ganga somu vegir
Standa lið við lið
Hvør í sínum lag
Kann eg hoyra tínar tankar
Síggja inn í tína verð
Tað, tú upplivir har
Venda tí vit sóu
Læra okkurt nýtt um tilveruna
Lati akker falla
Words & music: Simona Paula á Fríðriksmørk
Eg leitaði eftir einum stað
Eg haldi, at eg nærkist tí
Her er gott
Og fjálgt
At kroka
Gjøgnum allar aldurnar
Veit eg nú, hvønn veg eg skal
Fyri at
Koma fram
Til silvitni
Andi inn
Finni fram
Til mín
Innara frið
Tað er ikki nakað
Nakar kann taka
frá mær
Hóast stormarnar
Lati akker falla
Fyri at merkja, hvar tú ert
Úti har
Eg plagdi bert at síggja meg
Nú hómi eg eitt neyðarróp
Tað er tíð
Hjá mær
At leita út tín
Andi inn
Finni fram
Til mín
Eg eri frí
Tað er ikki nakað
Nakar kann taka
Frá mær
Hóast stormarnar
Lati akker falla
Fyri at merkja, hvar tú ert
Úti har