Meðan vit nærkast jørðini
1. Byrjan
Music: Óli á Grindafløtti
2. Lívið og løtan
Words: Kári Sverrisson
Translation: Anelia Blagoeva Philbrow
Music: Kári Sverrisson
Lívið er vindur í hárinum,
meðan vit nærkast jørðini
í kravda lopi okkara út úr flogfarinum,
ið er upphav okkara.
Eitt veingjað far er mamman.
Eitt botnleyst hav er mamman.
Løtan er aldan í luftini,
hon, ið er eins og ongsprettan;
loypur av strái í tóman heim,
firnast hendur tínar;
hon kann ikki fangast.
Ein ongspretta er løtan.
Eitt følnað strá er løtan.
Lívið er barnið á gøtuni,
meðan tú nærkast jørðini,
gangandi millum bilarnar
í øllum rósugørðum
og í svartari niðu.
Eitt myrkt helli er mamman.
Eitt aldintræ er mamman.
3. Meðan tú nærkast
Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson, Óli á Grindafløtti
Meðan tú nærkast
øllum rekandi skýggjum
á tínum stokkutu himlum
og nýggjum morgnum,
dettur tú samstundis,
sum ein frukt úr einum træ.
Tú ert træið, og tú ert fruktin;
tú ert sjálv moldin,
tú stendur í.
Kom úr ongum
sum leyvið á vári.
Tú hevur einki navn
fingið enn.
Meðan tú nærkast
tínum egnu eygum,
setast móðir fuglar
á tínar greinar,
á tínar seinastu løtur,
ið eru fúkandi dumba.
Ein er gleðin um nýkomna várið,
ein er óttin fyri summarinum,
ein er látið í tínum brósti,
ein er leirið í hondum tínum.
Ein er dreymurin, reinur sum áin,
ein er marran, tú ikki vaknar úr,
ein er gloymskan, og ein er minnið.
Ein er ein teskan,
tú kennist við.
4. Várið
Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson
So kom várið,
syrgna lógvin,
kalda tjørnin,
grøna nálin.
Eins og ljóðið úr hesum røri.
Eins og dunið frá havsins aldum.
So kom várið,
svinna skaldið,
høga træið,
fjara fruktin.
Hvør ert tú, ið blæsur?
Hvør sendi hesar bylgjur avstað?
So kom várið,
barda hellan,
døkka moldin,
unga urtin.
Hvør blæsur i hesa grein
og letur teg lita at øllum, ið hvørvur?
Her fer várið,
káta lógvin,
vakna eygað,
káma sjónin.
Hvør gav okkum hesa sveiggjandi krúnu,
ið svøvnurin og vøkan eru?
Hvør skrykti okkum upp við rót?
Hvør roynir at planta okkum her?
5. Tvey skýggj
Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson, Magnus Johannesen
Har fara tvey skýggj
eftir himmalinum.
Eg svørji: sum fuglar.
Og her fara tveir fuglar
eins og skýggj,
ið broytast og stundum
líkjast andlitum,
stundum hestum,
skínandi trøum,
ið breiða seg út
um allan heim.
Ella onkrum, sum tú kennir,
líkjast onkrum, sum tú kennir.
Guð viti, hvar tey enda,
Guð viti, hvar tey enda.
6. Alt um somu tíð
Music: Óli á Grindafløtti
7. Fyrsta trá
Words: Federico Garsía Lorca
Translation: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson
Á hinum grøna morgninum
vildi eg vera eitt hjarta.
Eitt hjarta.
Og á búnaða kvøldinum
ynskti eg at vera ein náttargali.
Ein náttargali.
Sál,
ver litað sum flóðfruktin.
Sál,
ver litað sum kærleikin.
Á ljómandi morgninum
vildi eg vera eg sjálvur.
Eitt hjarta.
Og tá ið kvøldið var komið at enda
ynksti eg at vera rødd mín.
Ein náttargali.
Sál,
ver litað sum glóðfruktin.
Sál,
ver litað sum kærleikin.
8. Á hómvegi
Music: Óli á Grindafløtti, Kári Sverrisson
9. Staralát
Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson
Grannakettan gongur í staraláti.
Mátti verið torført at komið sær fram
uttan fast undir fótum.
Summarkvøldið doyr;
er dottið niður á knøini
og hevur snerkt eyguni saman í pínu.
Tú hoyrir einki;
einki uttan staralát.
10. Fuglur kom
Words: Snorri Hjartarson
Translation: Martin Næs
Music: Óli á Grindafløtti
Útrætt hond,
máttleys og tóm er.
Legg í lógva mín
yrkingar ella blómur.
Fuglur kom og sang
langt út á ljósa nátt.
Hondin er full,
hevur frið og mátt.
11. Undir stjørnum
Music: Óli á Grindafløtti
12. Men her má vera meir
Words: Arseniy Tarkovsky
Translation: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson
Nú er summarið farið,
kundi eins væl ongantíð havt verið.
Í sólskininum er lýtt.
Men her má vera meir.
Alt fekk ein enda,
alt fall í hendur mínar,
sum eitt ahornsblað.
Men her má vera meira.
Einki ónt hvarv,
einki gott var til fánýtis,
alt stóð í loga við klárum ljósi.
Men her má vera meir.
Lívið fekk meg á føtur,
veitti mær trygd undir veingjum sínum,
eydnan var altíð við mær.
Men her má vera meir.
Ikki eitt einasta blað varð brent,
eingin grein brotin.
Klárur sum glas er dagurin.
Men her má vera meir.
13. Ógingnar gøtur
Words: Kári Sverrisson
Translation: Anelia Blagoeva Philbrow
Music: Kári Sverrisson
So gongur leiðin inn á ógingnar gøtur,
traðkaðar ferð eftir ferð.
Í ring og í ring
ganga tær.
Hvørt grasstrá ber sínar døggperlur,
kvirr bíða tey eftir varligu fótafetum okkara.
Eins og var nakað nýtt undir sólini.
Eins og høvdu tey einki lært.
Kvirr bíðar jørðin,
sum hvørki hoyrdi, sá ella kendi hon nakað.
Soleiðis ber hon smíl sítt,
uttan at minnast,
vitleys,
sum hevði hon drukkið av egna víni sínum,
sum lá hon doyvd og sveimandi yvir sær sjálvari
av egnu sterku urtum sínum.
Nær vaknar hon og gevur okkum toyggið,
nær fara hesar ógingnu leiðir at vita til sín
og nokta okkum døggperlur á morgni,
fuglasang úr hvørjum runni?
Nær er nóg mikið?
Nær er kærleiki hennara uppi?