Lívið dýra undur – Annika Hoydal

Producer catalog: SHD201b
2023
Tracks: 1

Description

About Lívið dýra undur

Released on the following formats
As CD, LP and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out with this link: https://bfan.link/livid-dyra-undur

Additional information

Weight200 g
Product

CD, LP

Lívið dýra undur

Words: Violeta Parra
Music: Violeta Parra
Translation: Annika Hoydal with help from Marianna Hoydal and Dánial Hoydal

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað gav mær vakin eygu, forvitin og spurin
síggi eg allan munin á tí svarta og tí hvíta
síggi á høgum lofti alt hválvið sett við stjørnum
í meldurstreymi finni eg hann, eg elski.

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað gav mær ansin oyru, ið røkka út so víða
til ljóð av nátt og degi, til smáfugl, surr av flugum
til dukandi smiður, til hundagoyggj og regnið
og til tey mjúku orð, ta mjúku rødd, eg elski.

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað gav mær góða málið og bókstavirnar allar
so eg skal duga at orða alt tað, sum eg vil siga:
Mamma, vinur, bróður, og ljós sum vísir vegin
lýsir upp ta sálarleið, kæri mín má ganga.

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað díkti ofta á meg, hóast eg var lúgvað
eg gekk ígjøgnum býir, ígjøgnum djúpar dalar
um oyðimørk og strendur, upp um fjøll og víðar fløtur
og heim aftur til tín og tínar tryggu armar.

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað gav mær bleyta hjartað, sum fær meg upp at darra
tá eg síggi alt tað vakra, mannaheilin skapar
tá eg síggi alt tað góða so fjart frá tí illa
tá eg hyggi inn í tíni kláru eygu.

Lívið, dýra undur, tað gav mær so mikið
tað gav mær døkkar dagar, tað gav mær ljósar løtur
so eg skal skilja bæði sorg og gleði
hesi stóru orðini, ið forma mínar sangir
og tykkara við, sum er hin sami sangur.

Og hesin felags sangur er mín einkar sangur.
Eg takki fyri lívið
takki fyri lívið
takki fyri lívið
takki fyri lívið.

Credits

Composers and Authors

Violeta Parra

(Composer, author)

Annika Hoydal

(Translator)

Marianna Hoydal

(Translator)

Dánial Hoydal

(Translator)

Musicians

Production

Other products by artist

Related products