Description
Critically aclaimed debut “Evst” by Hamferð is now available on vinyl for the first time, with an altered cover in black and white (the CD being blue and black).
Just like their fellow Faroese metal band Týr, they are now signed by Metal Blade Records, with a brand new album release, “Támsins Likam”.
Tracklist:
1. Evst
2. Deyðir Varðar
3. Við Teimum Kvirru Gráu
4. At Jarða Tey Elskaðu
5. Sinnisloysi
6. Ytst
Evst
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
Kom útideyði
Várið doyr
Kom svarta niða
Svølg hvønn geira
Rívur í bergið
Hvirlukvørn
Vit eru risar
Ræðast onga ódn
Hav dirvi
Slepp ei míni hond
Eg skal verja teg
Blunda nú
Droym um onnur lond
Eg skal verja teg
Fremmandur kuldi
Kenst so livandi
Og vitskan vallar
Væknar
Slóknar
Deyðir Varðar
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
Køld er hendan nýggja náttin
Eg svølgi døggsins beiska frost
Onki sæst og onki merkist
Gráa ljósið veitir onga troyst
Brátt sá eg teg ei og vist ei um tín veg
Brátt trein eg eitt fet av leið og mjørkin tók teg
Eg síggi mín knústa skugga søkka í móru
Eg síggi ongar varðar har teir vóru
Skelvandi undir gráum lofti
Regnið svalar sviðan
slær tøgnina úr míni trúgv
Skolar burtur skomm frá eygum
Eftir bert at síggja
hesar deyðu varðar
tó dragi enn ond
Og eg skal aldri svíkja
Revsing fyri veikleika
Revsing fyri kaldan kærleika
Lønin fyri sjálvsøkin mál
Lønin fyri sár á eina vakra sál
Einsami tú
Hvar ert tú nú
Er tú vilstur sum eg
Nátt fevnur meg
Men uttan teg
Fari eg ongan veg
Illveðurskór
Og mjørkadjór
Savnast um meg
Krógva tín veg
Við Teimum Kvirru Gráu
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
Markleys náði ber mín kropp
Um aldarmørk
Lati dreymar leiða meg
So heit og bjørt
Í mær tann væna glóð
Og enn tey heimaljóð
Eg sá eitt máttleyst bros
Sum glotta handan skýggj
Eitt ljós, sum kelda rann
So kalt og blítt
Í skuggum skygdi lyftið um
Aftur til tín
At teska “góða”
Vitja tínar dreymar
Vekja títt hold
Men stjørna mín fall út úr tíni eygsjón
Og her brennur hon enn
Nærum slóknað nú
So ber og uttan lívd
Tráar eftir tær
Lat teg skola yvir meg
Endurskapa meg
Stilla sorg úr gomlu øld
Kynd í minnir køld
Eg kenni brátt tað brá
Mær lyfti lívsins trá
Fjaldi egnu tár
Eg kenni brátt tað brá
At Jarða Tey Elskaðu
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
At jarða tey elskaðu
At loysa upp
At jarða hvønn lyftiseið
Í ævir rúma hevndartrá
Sinnisloysi
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
Tín hamur var kærleikin
Tín vera er svíkjarin
Tín glóð var mítt leiðarljós
Inn í litleysa dýpið
Hvør vøddi í mær dunar
Skelvur við knúsandi megi
Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður mær farvæl
Eg var dárin, rúnarbundin
Men sinn mítt svølgdi tín gand
Reist eg, statt og fatta teg
Tár eru bert tín gríma
(Úr sól) Sorgin skygdi bjørt
(Úr rót) Við hvøssum geislablað
(Til jørð) Veitti banasár
(Til grót) Kærleikin fall her í dag
Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður tú mær farvæl
Tíni vøkru eygu vikna
Køvd tíni eygnu orð
At síggja títt andlit blikna
At síggja tráðin slitna
Hvirlandi hatursýl
Eg hoyri meg sjálvan í upploysn
Streymandi ræðslutár
Grátandi biður tú mær farvæl
Tómt er títt eygnabrá
Eg lati teg fella til jarðar
Deyð er hvør glóð í mær
Og himmalin syngur títt
Falna hjarta lag
Ytst
Orð: Jón Aldará
Lag: Hamferð
Køld er hendan nýggja náttin
Úr fjalsins favni logar sorg
Onki kvirt men onki livir
Tveitist ódn á hvítu fjallaborg
So vónleyst tey skríggja
Og drukna í mær
Klóra handan eygu míni
Tey eru øskan í hjarta mínum
Um allar ævir
Til evstu øld
Vóru alt í hesum heimi
Hevdur av østum glæðum
Mót svarta himni
Kókar á holdi
Stjørnu bruni
Gævi úr glæmu
Brost sæst á ský
Og him síðsta vinsæla
Lýsti leið til tín
Og gjøgnum hválvið
Mín sinnislogn
Vágar sær
At siga fyri mær
At tey eru deyð?
Kalt og vilt hvar heimur endar
Stígi fram mót fjalsins egg
Onki sæst men ongin vissa
Um hvat havsbrúgv kravdi sær
Um allar ævir
Til evstu øld
Fyri alt í hesum heimi
Skal heimur aftur vera tey