Belials Synir (Bókin) – Swangah

kr. 295

Categories: , , , Tag:

Description

Fyrsta bókaútgávan frá rappbólkinum Swangah. Talan er um eitt listaligt yrkingarsavn í innbundnum hardcover-formati á 78 síður, sum inniheldur allar 13 sangtekstirnar á fyrstu fløguni Belials Synir. 13 føroysk listafólk hava prýtt bókina við síni egnu tulking av kendu sangtekstunum, og opna tí upp fyri einari nýggjari og øðrvísi uppliving av tekstunum.

Her ímillum Frá Bygd Til Bý, Millumfingurrapp, Gentan Er Farlig, Á Kantinum og fleiri.

Listafólkini eru: Bárður Oskarsson Bárður Dal Christiansen Bjørk J. Tróndheim Høgni J. Mohr Charlotta Ingolfsdóttir Laura Gunnváardóttir Elian Jónsson Allan Korsager Davidsen Kjartan Magnussen Bárður Fríi Mikladal Jan Nystrøm /TRÖDL/ Edward Fuglø.

Bókin inniheldur eisini fleiri vitnisburðir, har føroyingar hugleiða um Swangah, umframt myndir frá seinastu 10 árunum. Høvundar eru Steen Rói Lorenzen, Ragnar Davidsen, Cren og Bjartur René Nielsen. Lagt til rættis hevur Eyðun Müller Thomsen. Einans 367 bøkur eru prentaðar, og tær eru allar persónliga talmerktar og signeraðar av Swangah.

Other products by artist

Related products