Lýsing
Við Kongaminnið
Tey flestu av okkum kenna til tað, at í okkara egna selskapi koma vit at hugsa aftur á løtur. Onkrar góðar og onkrar ringar. Vit kunnu einki gera við árstíðirnar ella við fortíðina, men vit hava í ávísan mun vald á hvussu vit bera okkum í núinum, tá ið vit treytaleyst eru í friði við okkum sjálvum. Sangurin “Við Kongaminnið” handlar stutt sagt um at líta aftur á løturnar sum vóru, fyri síðani at koma til sættis við løtuna sum nú er.
Gibran segđi tađ so væl: “Kærleikin hevur einki annað ynski enn at uppfylla seg sjálvan” og tann kærleikan møtti Jákup viđ Kongaminniđ ein kaldan vetrardag.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/vid-kongaminnid
Við Kongaminnið
Orð: Jákup Lind Dam
Lag: Jákup Lind Dam, Brandur Jacobsen
Seint um kvøldið ein vetrardag
Tómir lummar í ringum lag
Við Hoyvíksvegin eg steðgi á
Niðan at eygleiða Havnina
So nógvar løtur tú gav mær sum barn
Løtur sum eg einki annað enn kann
Við sorgblídni líta aftur á
og Finsen stendur enn júst nú sum tá
Tú tók meg aftur trygt inn til tín
Eftir at rótfestið var farið um sýn
Ein grundarsteinur at standa á
Hygg, Torfinsgøtan liggur enn sum tá
Lívið hevur verið undrunarvert
Har løturnar sungu hvør sítt lag
Nú syngur hon við Kongaminnið
Hendan kalda vetrardag
“Har stendur tú í friði beint nú,
tó at tú vita ei kann, hvat ið fólk mundu trúð,
tí har er staddur ein, ið vildi gera tær mein
við at billa fólk inn, hvør tú ert fyri ein”
Einki myrkur uttan ljós
Eingin sorg uttan gleði