Tíð, ið koma skal – Dagfinn Olsen & Kim Hansen

Katalognummar: HJF523a
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Tíð, ið koma skal

Ognaður Esther H. Suðuroy – Hóast farið verður hvør sín veg, so hittast fólk kanska aftur

Dagfinn Olsen og Kim Hansen geva nú út sangin “Tíð, ið koma skal”.

Sangurin “Tíð, ið koma skal” snýr seg um at fara hvør sín veg, men at skilnaður ikki altíð er endaligur, men er vinalagið gott, so krossast vegirnir helst aftur. Og finna hjørtuni saman, so er heilt víst, at tey finna saman aftur í tíð, ið koma skal.

Dagfinn hevur fleiri sangir, ið hópa seg upp í skuffunum, og júst hesin hevði í august í ár 30 ár á baki, so tíð var helst uppá at fáa hann innspældan og útgivnan. Dagfinn hevur í fleiri ár ætlað at fingið Kim við sær í hesa verkætlan, og fyri eini tveimum árum síðani fóru teir spakuliga til verka, og teir hava tikið sær góða tíð, og arbeitt í fríløtum.

Dagfinn og Kim eiga annars langa søgu saman. Dagfinn var virkin tónleikari miðskeiðis í áttatiárunum, og spældi tá sum tannáringur kring landið, eisini í Nólsoy. Har hoyrdist mangan sangur og gott klaverspæl út gjøgnum eitt opið stovuvindeyga, og hetta var ein sera ungur Kim, ið spældi. Seinni komu teir at kennast, og spældu onkutíð saman.

Tá Dagfinn í 1997 gav útgavu út, fekk hann Kim at spæla tangentar á onkrum løgum og at syngja tvey løg, har serliga Fagri Flokkur gjørdist kendur.

Kim er millum kendastu og virknastu tónleikarar í landinum. Dagfinn hevur spælt nógv øll árini, men ikki verið so virkin á útgávuøkinum seinnu árini. Men fyri eini 4 árum síðani kom “hol á aftur”, og gav hann eina barnafløgu út, og fyri tveimum árum síðani kom eitt jólalag, har børn sungu.

Og nú eru Dagfinn og Kim úti við sanginum Tíð, ið koma skal, sum teir báðir syngja. Kim spælir klaver og annað, Dagfinn spælir bass, og Jens Marni Hansen spælir guitar. Kórrøddir eiga Kim, Dagfinn og Tróndur Enni. Upptøkur hava Kim og Tróndur tikið sær av, og Finnur Hansen hevur ljóðblandað.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/tid-id-koma-skal

Tíð, ið koma skal

Orð & lag: Dagfinn Olsen, 12. – 14. august 1994

Siti eg eina og nátt tykist blá
Á nátthimni túsund eygu sjá
Hugsi um farna tíð
hugsi um tíð tá náttin var blíð

Minnir eg ikki kann gloyma
Kenslur eg ikki kann goyma
Kanska eitt stað í nátt
Vitjar mín hugur
Á, tína gátt

Á, jú víst hittast vit aftur
Altíð í huga goym meg væl
Við tøkk fyri alt skalt tú vita
Vit eiga tíð, ið koma skal

Siti eg eina og nátt tykist blá
Á nátthimni 1000 eygu sjá
Síggja tey eisini teg
Situr eitt stað tú eina sum eg

Á, jú víst hittast……

Altíð goym meg væl
Altíð goym meg væl
Altíð goym meg væl

Credits

Composers and Authors

Dagfinn Olsen

(orð & lag)

Musicians

Dagfinn Olsen

(sang, bass)

Kim Hansen

(sang, klaver, onnur ljóðføri)

Production

Dagfinn Olsen

(framleiðsla)

Kim Hansen

(framleiðsla, upptøkur)

Tróndur Enni

(upptøkur)

Finnur Hansen

(ljóðbland, frumband)

Other products by artist