Ophelia – Terji Rasmussen

Katalognummar: HJF528d
Útgávuár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF528d Bólkar: , Tag:

Lýsing

Ophelia

Ophelia er ein sangur til ella um tey mongu sum hava ilt í sálini. Við íblástri frá konu Hamlet hjá Shakespeare, av sama navni, ið hóast hon spjaddi mikla gleði fyri mong, bardist við tunglyndi og til síðst tók seg av døgum við at druknað seg. Tað kann ofta vera ringt at skilja hví fólk hava tað so ringt, tá tey móti øðrum eru so kerlig, skemtilig og empatisk. Tey flestu av okkum kenna sikkurt onkran og vilja altíð viðkomandi tað besta, hóast tað kann vera trupult at finna inn til teirra og harvið verða til hjálp ella batar.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/ophelia-3

 

Ophelia

Ophelia

Orð og lag: Terji Rasmussen

Ert tú av lívinum troytt og móð
og kennist tilveran tung og køvandi
Letur tú tárini druknað teg
kennur tú sviðan av larmandi tøgnini?
– So kedd men tó
í hjarta góð
Góða, sig mær nú
hvørjum óttast tú?
Ophelia – hoyrir tú
Ophelia – droymir tú
Ophelia – fert tú nú
Ophelia
Tá sólin sær á tín tiknað kropp
og tá vit elska at síggja og hoyra teg
Ert tú tá farin í sjeynda sinn
eg veit eg ongantíð sleppi afturat tær inn
Ophelia – hoyrir tú
Ophelia – droymir tú
Ophelia – fert tú nú
Ophelia
Ophelia – hoyrir tú
Ophelia – droymir tú
Ophelia – kemur tú
Ophelia
Sig mær hvat droymir tú?

Credits

Composers and Authors

Terji Rasmussen

(orð & lag)

Musicians

Terji Rasmussen

(sang, kassagittar, slagverk)

Jósva Debes

(trummur)

Kim Hansen

(klaver, kór)

Leivur Thomsen

(el og kassagittar)

Production

Terji Rasmussen

(upptøkur)

Óli Poulsen

(frumband)

Other products by artist