Lýsing
Beiggin
Í 2004 gekk mín vinkona við sínum fyrsta barni. Vit vóru allar vinkonurnar so sera spentar og glaðar, tí hetta var fyrsta barnið millum okkum.
Vinkonan, Poula, gekk yvir tíð við barninum og 19.05.2004 fingu tey tungu boðini, at einki hjartaljóð var at finna. Poula átti sjálv sín son og tey fingu loyvi at hava hann hjá sær í ein dag áðrenn tey máttu jarða hann.
Hetta var ein hørð tíð. Tað undraði okkum øll, hvussu væl hesi nýggju foreldruni taklaðu støðuna og løgdu alt í Guds tryggu hond.
Sangurin var skrivaður nøkur ár seinni við Poulu, Kára, lítla beiggjanum og hansara yngru systkjum í huga. Eg hevði ikki sjálv roynt at missa mítt barn og eftir førimuni royndi eg at seta meg inn í støðuna og skriva útfrá, hvussu eg ímyndaði mær at mín vinkona hevði haft tað hesa tíðina.
Poula er glað fyri sangin og við hennara signing gevi eg hann út og vóni hann kann gerast ein minnisvarði fyri“Beiggjan”, men eisini fyri øll tey børn sum livdu alt ov stutt á hesi fold.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/beiggin