eina aftrat – ASA

Katalognummar:
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF715a Bólkar: , , Tags: ,

Lýsing

eina aftrat

Kensluborin og beinrakin. Hettar er fyrsta staklagið av komandi EP útgávuni “Er tað soleiðis man er vaksin” hjá ASA. Sangurin “Eina aftrat” viðgerð evnið bundinskap, og tað at vera avvarandi. Óttin, bíðistøðan og ynskji um at vera har — hesin sangurin er ognaður teimum, sum hava upplivað misbrúk tætt innat lívinum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/eina-aftrat

 

eina aftrat

Orð & lag: ASA

Svara telefonin tá eg ringi til tín,
vil bara hoyra málið, nú hon skjótt nærkast trý
Er kvøldið av, er náttin ung?
Vildi bara vita, um nakað er komið upp, eri eg beint her

Gangi runt og samli fløskur,
nú tú aftur trýr tú ikki dettur útí aftur,
um tú fært tær eina lítla, og eina aftrat,
bara eina aftrat

Fimmogfjøruti minuttir síðan tú var online
Hvussu longi skal eg bíða inntil at tú kemur heim?
Er kvøldið av, er náttin ung?

Vildi bara vita um nakað er komið upp,
standi eg her, eg havi ongan skund

Gangi runt og samli fløskur,
nú tú aftur trýr tú ikki dettur útí aftur,
um tú fært tær eina lítla, og eina aftrat,
bara eina aftrat, bara eina aftrat

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Ása Helena Brynjarsdóttir

(orð & lag, lagt til rættis)

Tónleikarar

Vár Miðberg

(trummur)

Noah Chaparro

(elgittar)

Leo Lávík

(kassagittar, sang)

Sigrið F. Hansen

(kontrabass, lagt til rættis)

Framleiðsla

Hans Marius Ziska

(framleiðsla, ljóðbland)

Kristoffer Mørkøre

(framleiðsla, ljóðbland)