Lýsing
Blá sum havið
Meðan vit bíðaðu eftir topp fótbóltsbrakinum millum KÍ og NSÍ á Norðoyastevnu 2025 vóru vit í Studio Mike við einum nýggjum KÍ sangi. Tað var super at fáa Árna, Páll og Jákup at syngja kór. Í roynd og veru duga teir væl at syngja og rula teir eisini á vøllinum, saman við hinum leikarunum. So segði Paula heldigvís eisini beinanvegin ja til at syngja, soleiðis at tann vokali parturin av sanginum kom beint í kassan. Meðan alt hetta hendi sat Mikkjal handan knøttarnar og fekk øll hugskotini at fungera so sera væl. Og so kann hann, sum Føroya besti rokk gittaristur, altið fýra nakrar world class el gittarar av. Og mitt í rokanum gekk Eybii og tók bæði video og still myndir til ta super video, sum spurdist burturúr. Tá nakrar góðar fyritøkur – Christian í Grótinum, Kósin, KSS, Klaksvíkar kommuna, TTS og El-in – eisini valdu at stuðla prosjektinum var leyst og liðugt. Við hesum sanginum vilja vit vísa okkara kvinnum og monnum í KÍ allan stuðul og ikki minni Bláu bylgju, sum altið gongur á odda úti á teimum so sera týdningarmilku áskoðaraplássunum.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/bla-sum-havid