Lýsing
Hygg sólin har uppi
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/hygg-solin-har-uppi
Katalognummar: HJF592b
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/hygg-solin-har-uppi
Orð og lag: Rani Nolsøe
Hygg sólin har uppi skýnur
lýsir upp alt sum var myrkt
hvørja blómu á bønum kínur
tann vakrasta sang hevur birt
Í hesum alvakra landi
sum av sonnum er títt og mítt
og hjá øllum sum vilja tað besta
og sjálvi at liva frítt
Eg hoyri tann fagrasta tónleik
í tí sum letur og lær
og síggi tey vakrastu eygu
í øllum sum eg havi kær
Hygg sólin har uppi skýnur
lýsir upp alt sum var myrkt
hvønn ein strong á gittarini strýkur
og vakrasta sang hevur birt
Ja eg hoyri fagrastu tónar
í øllum sum letur og lær
og síggi tey vakrastu eygu
í øllum sum eg havi kær
Í hesum alvakra landi
sum av sonnum er títt og mítt
og hjá øllum sum vilja tað besta
og sjálvi at liva frítt
(orð & lag)
(sang, kassagittar)
(kór)
(trummur)
(bass, klaver, gittarar)
(lagt til rættis)
(lagt til rættis, framleiðsla)