Onki úrslit at finna.
Search by

Marianna Winter

Marianna byrjaði sína tónleikaligu ferð tíðliga. Hon er fødd undir heitu kalifornisku sólini og uppvoksin í ótamda vakurleikanum í Føroyum. Hetta legði grundarlag undir einum ljóði eins fjølbroyttum og uppvøkstri hennara, sum streyk yvir vindføstu føroysku landsløgini og kreativa surrið í West Hollywood.

Samanrenningin av introspektivum føroyskum panorama og livandi kalifornisku orkuni gjøgnumsyrgir hennara sjangrublandaða tónleik; ein symfoni av alternative-pop, indie rock, R&B, og soul.

Frá klaverundirvísing og talentkappingum í barndóminum til listarligu ávirkanina frá gubbanum, Alex Van Halen, rennur tónleikur og list í æðrum hennara. Eins og tónlistarligu ávirkanir hava verið stórar í familju hennara, var langomma hennara eisini listarlig og framførdi sum sjónleikarinna, bæði í filmi og á Det Kongelige Teater.

Í 2019 útgav hon sítt fyrsta staklag “For Real This Time”, og í 2022 kom hennara Debut-EP, “Sorry, I’m a Libra”, út.

Nýggju stakløg hjá Mariannu ljóðaðu í 2023 á altjóða spælilistum og útvarpsstøðum. Harafturat hevur hon framført á altjóða bransjufestivalum: The Great Escape (UK), G! Festival (FO), UHØRT (DK) og Iceland Airwaves (IS).

Í løtuni myndar Marianna Winter sína debut-heildarútgávu, saman við sangskrivara, framleiðara, tónleikara og langtíðar-samstarvspartnara, Ragnar Finsson.

Consequences – Official Music Video (2023)
Cruising – Officials visuals (2023)
Consequences – Live in Bloch (2023)
Privacy Overview

This website uses cookies so that we can provide you with the best user experience possible. Cookie information is stored in your browser and performs functions such as recognising you when you return to our website and helping our team to understand which sections of the website you find most interesting and useful.