Live from Nordatlantens Brygge – Benjamin Rajani

Katalognummar: HJF662g
Útgávuár: 2025
Sangir: 2

Útgávudato: 18. June

Lýsing

Live from Nordatlantens Brygge

Í vøkru hølunum hjá Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn, framførir Benjamin Rajani eina minimalistiska live-session av sangunum “Mánakvøld” og “Bláfryst og kvirr,” saman við evnaríka klaverleikaranum Aksel Remmel.

Sanglisti:

1. Mánakvøld (Live from Nordatlantens Brygge)

2. Bláfryst og kvirr (Live from Nordatlantens Brygge)

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link https://bfan.link/live-from-nordatlantens-brygge

1. Mánakvøld

Orð & lag: Benjamin Rajani

Leiðast gjøgnum Kirkjubø
– gummiknø –
undir mánanum,
sum svølgir enn ein dag.

Koyra gjøgnum Velbastað.
Stjørnurnar
hava gjøgnumskoðað,
hetta verður tað.

Mín Corolla skifti lit,
tá tú komst inn.
Eri speedarin,
og tú ert koblingin.

Hundraðtúsund míl við tær
er ikki nokk.
Hesin dieseltangin
hevur ongan botn.

Vegurin
blívur við.
Stjørnuklárt –
himmalsymfoni.

Kom avstað!
Alt ber til!
Mánakvøld –
tú við mína lið.

Vegurin
blívur við.
Mánakvøld –
tú við mína lið.

 

2. Bláfryst og kvirr

Orð & lag: Benjamin Rajani

Hvat hendir her?
Hendur sum gler.
Hitaðu fyrr.
Bláfryst og kvirr.

Eitt sløknað ljós.
Stumm spælidós.
Vit livdu fyrr.
Bláfryst og kvirr.

Eg veit, at tú veitst tað,
og eg síggi, at tú sært tað,
at vit renna runt og beistast,
men vit standa tó enn í stað.

Hjørtu brotna,
søkka, botna.
Vit svumu fyrr.
Bláfryst og kvirr.

Svartskygd sum sót.
Hvít lygn við rót.
Litaðu fyrr.
Bláfryst og kvirr.

Eg veit, at tú veitst tað,
og eg síggi, at tú sært tað,
at vit renna runt og beistast,
men vit standa tó enn í stað.

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Benjamin Rajani

(orð & lag)

Tónleikarar

Framleiðsla

Sebastian Vinther Olsen

(ljóðbland & frumband)

Niklas Ottander

(sjónband & húsi)

Aðrar útgávur við sama listafólki