Advents- og Jólasálmar – Ernst Dalsgarð

kr. 79

Producer catalog: FKT010
Produced: 1996
Released: 1996
Tracks: 15

SKU: FKT010 Categories: , Tag:

Description

Advents- og Jólasálmar

Tracklist:
1. Ver vælkomið Harrans ár
2. Mín sál skal Guði prísa
3. Byrja nú við trúgv og treysti
4. Tað sótu seyðamenn á vakt
5. Nú ringja klokkur jólafest
6. Eg rósu upp sá næla
7. Jólaklokkan aftur ringir
8. Hin vænasta rósan er funnin
9. Signað skín rættlætis sólin
10. Guðs einglar nú syngja
11. Eg standi tíni krubbu hjá
12. Nú komin eru jól
13. Gleðilig jól
14. Alfaðirs eygu
15. Mítt hjarta tilhald hevur

Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/advents-og-jolasalmar

1. Ver vælkomið Harrans ár

1. Ver vælkomið Harrans ár

Words: N. F. S. Grundtvig
Music: A. P. Berggreen
Translation: Gudmund Bruun

Ver vælkomið Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Jólanátt, tá Guðs orð fór í hold,
varð ljósið úr erva birt upp á fold. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið Harrans ár, sum ber fagnaðarboð! Páskamorgun, tá Krist reis úr grøv,
tá sigraði lívið um lond og høv. Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið Harrans ár, sum ber fagnaðarboð!
Hvítusunnu tá var tað so brátt,
at andin veraldar veikleika mátt. gav Vælkomið nýár! Væl vær fagnum tær.
Ver vælkomið Harrans ár, sum ber fagnaðarboð!
Harrans ár, ið ger hjørtuni glað,
nú ber okkum gleði hvønn Harrans dag. Vælkomið nýar! Væl vær fagnum tær.

2. Mín sál skal Guði prísa

Words: Mikkjal á Ryggi
Music: Samuel S. Wesley

Mín sál skal Guði prísa!
Mín andi gleðir seg!
Mín Guð læt náði lýsa
og signing yvir meg!

Til mín úr himlasali hann sá so milt og gløgt, mær lítilsverda træli hans hond upp lyfti høgt.
O, miskunn er hans veldi! O, heilagt er hans navn! Tey hástóru hann feldi, tey veiku tók í favn. Til svong í armóðs smáttu hann gávur hevur sent; tey, sum almikið áttu, hann fara læt tómhent.
Hvør ætt nú, ungmoy reina,
teg sæla prísa man; tín sonur Krist aleina oss bjargan geva kann; heim til sín vil hann bera sítt fólk, sítt Ísrael, tær lov og prís skal vera, vár Guð Immanuel.

3. Byrja nú við trúgv og treysti

Words: Mikkjal á Ryggi
Music: Lindemann

Byrja nú við trúgv og treysti, Harrans fólk, hans nýggja ár! Sjá, hann kemur vinur besti, vitja vil oss kongur vár.
Lat hann ei teg burtur sakna, kom við pálmagrein í hond. Náttin líður; vakna, vakna! Ljósur dagur er í nánd.
Náðiár nú er upprunnið, lýsir yvir víðu verð.
Hoyr, Guðs orð av Jesu munni fagnarboð nú okkum ber: >>Fangum vil eg frælsi veita, blindum sjón og troyttum frið.<< Syndarum, sum til hans leita, blídliga hann tekur við.
Rakna við úr tungum dvala, vakna hvør, ið dølskur svav. Álvarsom er Harrans tala; nýt tey evni, Guð tær gav; gakk so til títt verk við gleði. Tykist alt tær myrkt at sjá, bið so Guð um ljós og megi, víst hann letur teg tað fá.
Kom Guðs nýggjár! Kom at bera gleðiboð um bygd og dal, Harrans tíðindi kunngera, so alt fólkið frætta skal: Jesus komin er at bjóða bjargan fyri teg og meg!
Tá skal hosianna ljóða vítt á pálmaskrýddum veg.

4. Tað sótu seyðamenn á vakt

Words: Mikkjal á Ryggi
Music: Hans Jacob Højgaard

Tað sótu seyðamenn á vakt
og goymdu sínar smalur,
alt fylgið hevði stilt seg lagt, ei lamb í líðum spælir,
sjálvt varnir hundar durva smátt,
í dølum valdar dimma nátt,
um heimin Harrans friður.
Tá lýsir bjart um fjallagrein, og fram ein eingil trínur,
hans mál var milt, hans rødd var rein, hans andlit fagurt skínur;
til hirðarnar hann talar so: Eg beri tykkum fagnarboð, alt fólkið kann seg gleða.
Ein frelsari nú føddur er,
í dag til tykkum sendur,
hin Harri Krist hann navnið ber,
í Dávids stað ókendur;
men prógv fullgott tit skulu fá:
í fjósi lágt á krubbustrá
eitt lítið barn tit finna.
Brátt syngur einglaflokkur blítt:
«Halleluja, hosianna! Guðs friður yvir verøld vítt! Guðs tokki millum manna! Og heiður veri himladrott’!»>
Men hirðarnir sær skunda brátt sín frelsara at skoða.
Takk fái fyri jólaboð, tú einglaherur ljósi!
Takk, Guð, sum elskar okkum so! Takk, barnið føtt í fjósi! So lítillátin, Harri mín,
tú vart, – um heim nú heiður tín ótaldar tungur bera.
Sum hirðarnir eg fara vil
mín frelsara at finna; hans kærleiki mær hjálpir til
tann frið, ið vil vinna. eg Hans jólaboð er besta troyst; av syndaskuldum sál mín loyst mót himli seg kann hevja.

5. Nú ringja klokkur jólafest

Words: Brorson
Music: C. Balle
Translation: Christian Matras 

Nú ringja klokkur jólafest, tær ringja inn tann høga gest,
sum undir lágar lonir steig við frið og fragd á nýársleið.
O, komið við til Dávids bý, har einglar syngja undir ský. Og gangið við á hagavøll, har hirðar hoyra Guðs boð hvøll.
O, fara vit við stillum sinn’, sum hirðarnir til barnið inn, við gleðitárum takki so for miskunn Guðs og náðiboð.
O, Jesus, verøld víð og long til vøggu royndist tær ov trong, ov vesal, tó við gulli reidd og perlustungin, silkibreidd. Men sømdir, tign og gull á fold er fyri tær bert støv og mold, sum fjósføtt barn reivað har og eitt himniskt lív tú keypti mær.
Heil so, mín sál, og ver nú glað
og halt nú jól í Dávids stað, ja, prísa Guði hvørja stund við dýrdarsong av hjartans grund.
Ja, syngið øll frá fjall at strond: Nú birtist ljós um skuggalond.
Og júst sum midnátthanin gól, var Jákups stjørna vorðin sól.
Hann kom, ættfedra vón, á vál við himnadóp og logamál; og týðir barn um tún og ong nú Dávids gátusjón og song. Ver smáttugestur vár og skjól, halt sjálvur í oss tíni jól, tá skal við Dávids hørpuslátt várt nýársljóð tær lova hátt.

6. Eg rósu upp sá næla

Words: Jákup Dahl
Music: Cöln

Eg rósu upp sá næla
úr tí glerstoyttu grund, sum okkum um var talað til troystar forna stund. Tann rósan spretti fram
á køldum, miðjum vetri
á nátt við Betlehem.
Um rósuna kappkvøði eg nú við himins her, ein jomfrú var hans móðir, Maria rein og skær.
Í honum ljós skein fram
á myrkum, miðjum vetri
á nátt við Betlehem.

7. Jólaklokkan aftur ringir

Words: Jakob Jakobsen
Music: Knút Olsen

Jólaklokkan aftur ringir, kallar øll til kirkju brátt; lat nú alt, sum hjartað tyngir, hvørva burt sum myrka nátt.
Stjørnur yvir okkum lýsa bjart sum hina jólanátt, vilja okkum vegin vísa til Várharra ljósa slott. Jesusbarnið føtt í fjósi barnaeygað sær so bjart, jólaboðið, jólaljósið treingja gjøgnum hjartað hart.
Gongur tú á trongum vegi, bangnir tankar treingja inn, einki kann sum jólagleði lýsa títt myrka sinn. upp
Hoyr hin væna einglasongin ljóða við hvørt klokkuslag,
tá skal vónin lætta veingin rætt sum fyrsta jóladag.

8. Hin vænasta rósan er funnin

Words: Brorson
Music: Klug
Translation: Uknown

Hin vænasta rósan er funnin, á hvassastu tornum útrunnin. Vár Jesus, tann rósan, hon gróði, hvar fólk fast í syndini svóvu.
Frá heiður vár spiltist hin fríði Guðs bílæt at bera til prýði, lá verøld í villu og oyði,
í synd vit tá øll burtur doyou.
Guð rósuna læt tá fram spíra at reinska og bøta vár’ dýra
í syndini sekaða gróður, so aftur hann verða kann góður.
Øll verøld seg eigur at frøa
og lovsálmar mangar at kvøða; men stutt er tann kunnleiki nomin, at rósan til jarðar er komin.
Tit harðvunnu tistlar og dáar, hví halda tit tykkum so háar? Hví standa tit altíð so reystir
í spillandi stórlæti festir?
O, leitið at eyðmjúkum støðum,
for Jesusi grátið á knøum!
Tá fáa tit Jesus í talu; tí rósurnar vaksa í dali.
Min Jesus, tú veri í vali mær rósa og dýrgripur sæli! Tær eitrandi lystir tú oyðir, til kross tín meg blídliga leiðir.
Lat verøld meg háða og aga, lat tornarnar stinga og naga, lat lakið tey yvir meg breiða,
eg rósuna altíð vil eiga.

9. Signað skín rættlætis sólin

Words: Jens Pállsson
Music: H. Rung
Translation: Jóannes Patursson

Signað skín rættlætis sólin frá Ísraels fjøllum,
sólstavir kærleikans ljóma frá Betlehems vøllum, signað um jól
skínur Guðs miskunnar sól, fagnarboð ber okkum øllum.
Hví er tað dapurt og dimt í tær, mannliga hjarta?
Dimman og sorgin í Guðs ríkis ljósi ei skarta.
Ei má tín synd,
ei má tín fávitska blind
byrgja tær ljósið Guðs bjarta. Kærleikans myndin hin fagrasta, frelsarin blíður,
fevning Guðs miskunnar enn sum fyrr hjørtunum býður: Hvíld finnur her, hvør tann, sum troytkaður er, uggan tann, sorgina líður.
Kom tí, o maður, og lat ikki stund longur líða,
skunda tær óræddur Drottins
í armana blíða.
Heit honum trú, hjarta títt gev honum nú, lat hann ei longur tín bíða.
Svør honum trúskap og svík ei tann ástvin í trygdum,
savna tær fæið væl goymda í himnanna bygdum, so hjá tær sæst
livandi trú, vón
og ást, gakk fram í Guðs barna dygdum.

10. Guðs einglar nú syngja

Words: N. F. S. Grundtvig
Music: Carl Nielsen
Translation: Salomon J. Joensen

Guðs einglar nú syngja
við gleði og gleim sum tey fyrstu jól um barnið, Guðs barn, ið var borið í heim, um Jesus, vár’ drott vár’ harra.
og Guðs fólkið á jørð, tak nú barnið at tær sum tey fyrstu jól.
faðirsins navni hann frið okkum bar, vár Jesus, vár drottur harri.
Vár Guði á hægstum nú heiðurin ver fyri jól so góð.
Hann okkum av nýggjum í mynd síni ger við Jesusi, drotti harra.

Grundtvig. Salomon J. Joensen

11. Eg standi tíni krubbu hjá

Words: P. Gerhardt
Music: J. S. Bach
Translation: H. A. Djurhuus

Eg standi tíni krubbu hjá, o, Jesus, lívsins kelda, ljós lýsir tær um eygnabrá, upp mína sál at elda. Mín hugur, sál og sinnalag og hjarta mítt, tú taki tað, goym meg í góðsku tíni.
Í trúgv eg biði, at tú mær, o, Harri, so vilt gera,
at í lívi mynd av tær eg
í hjartanum má bera.
So lat meg vera krubba tín,
verð tú í mær, o, Harri mín,
við tíni reinu gleði.

12. Nú komin eru jól

Words: Louis Zachariasen
Music: Jac. Regnart

Nú komin eru jól.
Og aftur hækkar sól;
tað ber mót ljósum tíðum,
tá grasið grør í líðum,
tá sól á fjøllum brandar og summarlýkku andar.
O, undurfagra sól, sum birtist fyrstu jól! Kynd eld á køldum eimi! Birt ljós í myrkum heimi, lat mannahjørtu kenna, at jólaljós enn brenna.
Ber boð við einglarødd øllum, sum illa stødd í hesum heimi stríða
og undir krossi líða, at aftur kemur dagur, tá maður verður glaður.
Tí jólaboðið enn
kann endurnýggja menn, barnið føtt í fjósi og
í bjørtum jólaljósi kann øllum veita gleði og møddum monnum megi.

13. Gleðilig jól

Words: Fr. Petersen
Music: Fr. Gruber

Gleðilig jól! Gleðilig jól! ljóðar av himli einglalag. Armi syndari, óttast ei nú, gleðiboðskapin hoyrir tú: Jesus er føddur í dag.
Faðir vár! Faðir vár! Høgt tó tú á himli býrt, ikki gloymdi tú barnið títt, elskaði syndiga hjarta mítt; veri um ævi tær dýrd.
Frelsari mín! Frelsari mín! Náði tín hon er mítt skjól. Paradísportrið er opnað mær, aldri kann eg fulltakka tær fyri gleðilig jól.

14. Alfaðirs eygu

Words: R. C. Effersøe
Music: H. J. Højgaard

Alfaðirs eygu jarðarríki skoða við túsundfalda miskunn-milda loga; til vetrarrósu -inn í armóðsfjósið –
til einkarsonin sendist dýrdarljósið.
Tað ljósið bera einglar allar vegir, hvar børn á foldum Jesusbarnið gleðir, tað bjart man ljóma, – syndabundin hóma, at fyri teimum sprettur lívsins blóma.
Lov, prís og heiður havi Drottur ríki, sum letur son sín verða mannalíki. Frá hugmóðsmeini okkum leiðir beini, vær søkjum eyðmjúk sess á flórgarðs steini.

15. Mítt hjarta tilhald hevur

Words: Brorson
Music: Carl Nielsen
Translation: Axel Tórgarð

Mítt hjarta tilhald hevur, har Jesus føddur var. Mín hugur hagar dregur, sítt mið hann hevur har. Har býr mín longsul inni, har fær mín trúgv alt gott. Tú fert mær ei úr minni, tú fagra jólanátt.
Men sum tað ljóðar løgið og ilt at hugsa sær, at heimsins kongur høgi í fjósi borin var.
At himins dýrd og heiður, Guðs orðið, ið varð hold, so lítla virðing eigur á hesi neyðar fold.
Væl leitað verður eftir tí perlu, burt er mist; gimsteinur verður settur í gyltu krúnu vist.
Ta búnu frukt teir grýta ei út sum burturkast, skal eg at Guði líta, har bara armóð sæst?
Hví mundi høllin vera
ei prýdd og skrýdd tann dag?
So væl tað læt seg gera, gavst tú bert boð um tað. Hví vart tú ei tann drongur, í ljósi sveipti seg?
Á leistum leyp hvør kongur tá at tilbiðja teg.
Hví varð ei himin tandur
út fyri tær sum tjald,
hvør stjørna kynd sum brandur,
tú himinhetja bald? Hví var ei opinberur og krubbu tíni hjá tann mikli einglaherur til vernd og verju tá?
Nei, Jesus hann má liggja
nú hesi góðu jól, har biddarin má tiggja sær vetrarvist og skjól. Í hoyggj hjá øðrum mátti hann verða lagdur tá, hann sjálvur ikki átti so mikið sum eitt strá.
Ein spurvur eigur reiður, tað bæði trygt og gott. Og svalan tilhald eigur, har hon kann liggja nátt.
Eitt ljón man bøli eiga,
tá tað til hvíldar fer. Skal Guði ból
reiða
eg í fjósi, fremmant er?
og
Nei, hjarta, sál sinni skal nú upp latast tær. Her skalt tú búgva inni, kom, Jesus, gist hjá mær. Tað er ei fremmant býli, so dýrt tað keypti tú. Nú tryggur her tú hvíli í kærleika og trú.

Brorson. Axel Tórgarð

Credits

Composers and Authors

Heri Eysturlíð

(organ arrangement)

Ólavur Jakobsen

(guitar arrangement)

A.P. Berggreen

(composer on 1)

N. F. S. Grundtvig

(author on 1, 5, 10)

Gudmund Bruun

(translator on 1)

Samuel Wesley

(composer on 2)

Mikkjal á Ryggi

(author on 2, 3, 4)

Lindemann

(composer on 3)

Hans Jacob Højgaard

(composer on 4)

C. Balle

(composer on 5)

Christian Matras

(translator on 5)

Cöln

(composer on 6)

Jákup Dahl

(author on 6)

Knút Olsen

(composer on 7)

Jakob Jakobsen

(author on 7)

Klug

(composer on 8)

H. A. Brorson

(author on 8, 15)

Henrik Rung

(composer on 9)

Jens Pállsson

(author on 9)

Jóannes Patursson

(translator on 9)

C. Nielsen

(composer on 10)

J. S. Bach

(composer on 11)

P. Gerhardt

(author on 11)

Hans Andrias Djurhuus

(translator on 11)

Jac. Regnart

(composer on 12)

Louis Zachariasen

(author on 12)

Fr. Gruber

(composer on 13)

Fríðrikur Petersen

(author on 13)

Hans Jacob Højgaard

(composer on 14)

R. C. Effersøe

(author on 14)

C. Nielsen

(composer on 15)

Axel Tórgarð

(translator on 15)

Musicians

Production

Hans Andor Johannesen

(recording engineer)

Kári Bæk

(sound supervisor)

Kvívíkar kirkja

(recording studio)

Vesturkirkjan

(recording studio)

Edvard Fuglø

(cover art)

Rúni Brattaberg

(cover photo)

Gramar

(print)

Repro Sett

(filmmaking)

Other products by artist

Related products