Description
Læra vit nakrantíð
Jakobina Ellingsgaard útgevur sítt fyrsta staklag ”Læra vit nakrantíð”. Áður hevur Jakobina útgivið fløguna “Rensl”, og útgávuna “Gluggamynd við Glataðu spælumonnunum” saman við beiggja sínum Paula Hansen. “Læra vit nakrantíð” er umseting av kenda sanginum hjá Pete Seeker “Where have all the flowers gone”, sum Niels Midjord, sáli hevur føroyskað. Hesin sangur er ikki minni aktuellur í dag, enn hann var, tá ið hann kom út.
Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out with this link: https://bfan.link/laera-vit-nakrantid
Læra vit nakrantíð
Original Title: Where have all the flowers gone
Words & music: Pete Seeger
Translation: Niels Midjord
Hvaðar fóru blómurnar
langt, langt síðan,
hvaðar fóru blómurnar
eisini nú
hvaðar fóru blómurnar
gentur hava hentað tær
/:Læra vit nakrantíð:/
Hvaðar fóru genturnar
langt, langt síðan,
hvaðar fóru genturnar
eisini nú
hvaðar fóru genturnar
hvør til drong sín fóru tær
/:Læra vit nakrantíð:/
Hvaðar fóru dreingirnir
langt, langt síðan,
hvaðar fóru dreingirnir
eisini nú
hvaðar fóru dreingirnir
allir í hermannaskrúð
/:Læra vit nakrantíð:/
Og hvat varð av herunum
langt, langt síðan,
og hvat varð av herunum
eisini nú
og hvat varð av herunum
jarðaðir í grøvunum
/:Læra vit nakrantíð:/
Og hvat varð av grøvunum
langt, langt síðan,
og hvat varð av grøvunum
eisini nú
og hvat varð av grøvunum
alsettar við blómunum
/:Læra vit nakrantíð:/
Hvaðan komu blómurnar
langt, langt síðan,
hvaðan komu blómurnar
eisini nú
hvaðan komu blómurnar
gentur hava hentað tær
/:Læra vit nakrantíð:/