Fýra nætur fyri jól – Enekk

kr. 55

Producer catalog: SHD027
Production year: 1996
Release year: 1997
Tracks: 9

SKU: SHD027 Categories: , Tag:

Description

About Fýra nætur fyri jól

“Enekk plays original music and new arrangements of traditional Faroese tunes together with Bulgarian folk musicians Valeri Dimchev and Dragomir Dimon. A blend of Faroese and Bulgarian tonality, rhythm and tempo, Enekk certainly seems to strive towards a viable unity between the various aspects of their music, and their attempt to build musical bridges between different traditions is a success.” (Jón Thorssteinsson, Fjølnir, Sept. ’97).

Tracklist:
1. Og tú vart
2. Hákun ríður í timburskóg (trad.)
3. Nykurs vísa (trad.)
4. Gamla bláa havið
5. Aldandi stóð eg
6. Jallgríms kvæði (trad.)
7. Úlvasangurin
8. Í barnferð
9. Maður stóð við stovuvegg (trad.)

Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link:
https://bfan.link/fyra-naetur-fyri-jol

 

Fýra nætur fyri jól

1. Og tú vart

Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson

Og tú vart
sum eitt smílandi andlit.
Og tú vart sum sangurin,
sum flýgur og sum ferðast
og sum sær, at eg doyggi.

Sum fræið má doyggja,
mást tú spretta.
Ein planta vil eg vera
í tínum ljósi.

Og tú sært meg
í míni oyðimørk.
Og tú sært, at eg standi
við báðum beinum
í vindinum.

Tín revsing kom langt síðani.
Og nú goymi eg meg.
Og tó vaknaði eg í morgun.
Og sólin kom upp,
og grasið skygdi
sum ein sangur.
Tað var ein sangur.
Og vindarnir prædika
við stórum orðum
um at broytast.

2. Hákun ríður í timburskóg

Words: Traditional
Music: Enekk arranged this version by listening to Vilhelmina Larsen í Dali from Skálavík (Sandoy) sing.

Hákun ríður í timburskóg
– fuglurin syngur í skógum –
hoyrdi hann, hvar ið krákan gól,
– so herligt dansar Hákun fyri ta kráku.
Hákun grætur og jamrar seg:
“Krákan hevur pikkað meg”
Og Hákun ger tær ongan skamm,
krákan pikkar ongan mann
Og Hákun spenti bogan fyri sítt knæ,
hann skeyt ta kráku niður úr træ
Hákun spenti bogan fyri sítt bróst,
hann skeyt ta kráku niður úr kvist
Háun tekur tað krákutræ,
hann gjørdi tað til eitt lesitræ
Hákun tekur hann krákulegg,
hann gjørdi hann til ein kirkjuvegg.

3. Nykurs vísa

Words: Traditional
Music: Traditional, Enekk arranged this version

Nykurin læt sær klæði skera,
– Harra mín –
tí at hann vildi ein riddari vera.
– Um summarið, tær allir fuglar syngja væl.
Nykurin gekk í kirkjuna inn,
prestar hildu messur fimm.
Nykurin gongur á kirkjugólv,
prestar hildu messur tólv.
Elsa lítla smílir undir lín:
“Krist gevi, tann riddari hann var mín!”
Nykurin leypur í vatnið út,
eftir situr Elsa við sorg og sút.
Nykurin leypur í vatnið kátur,
hálvur maður og hálvur bátur.

4. Gamla bláa havið

Music: Kári Sverrisson

5. Aldandi stóð eg

Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson

Aldandi stóð eg
sum bøur seint á sumri.
Og mánin, mín kroppur á ferð,
sakk út í farnar nætur.

Vindur, vindur, ber meg á tíni ferð,
meðan eg standi.

Dyrnar í sólarrisi
prýddar við látum
frá fuglum, ið komu.
Komu sum roykilsi
slett út yvir ljósar nætur.

Morgun, ver okkum ein mynd á tíni ferð;
eitt lát av himni,
einar dyr í glámlýsi,
røddin úr vissuni
frá tjóvi á nátt.
Og døggin lá tung, sum dansur
á foldum.

Og allastaðni sangur og dansur
úr summardáum og rennandi áum.
Morgunsins lot er eitt kvæði so tungt,
at sundur støkka allar borgir.

Sangur, lat meg vakja á tíni ferð
í aldandi bøi,
í tínum templi,
í ánni, sum rennur og finnur sítt hav,
finnur sítt hav,
eins og heystið finnur aldandi bø.

6. Jallgríms kvæði

Words: Traditional
Music: Traditional, Enekk arranged this version

Eina veit eg rímuna
gjørda við nýtum orðum.
Jallgrímur og Havgrímur,
teir ráddu fyri í forðum.

Latum dans dynja dreingir
og nú stásiliga stígum í ring,
stendur hon væl frúva.

7. Úlvasangurin

Words: Annina Paasonen
Translation: Niels Nattestad
Music: Óli á Grindafløtti

Úlvurin ýlir á skógvi.
Hann vil, men hann kann ikki sova.
Svølturin nítur hans’ úlvabúk.
Og køld er hansara stova.

Úlvur, tú úlvur,
kom ei higar.
Unga mín fært tú aldrin.

8. Í barnferð

Words: Kári Sverrisson
Music: Kári Sverrisson

Himmalin í loga,
søkkur sól í hav.
Falnar av himni
allar stjørnur.
Geisa elsar.
Í morgin er jørðin øska
og sál tín sum kvinna í barnferð,
ein planta
á vari,
urt ljósins.

Eins og hon náttin
hægst á vetri
letur hitt vársins ljós
úr sær rísa,
geisa nú eldar
og fara sum andablástur um fløtur;
boðini bera um várið,
ið rísur
úr øsku,
úr sálum.

Hevjar hon upp seg,
stroyir út ljósið,
gullið hitt reina,
út yvir akrar.
Úlvurin sleit nú.
Álvrøðul átti nú dóttur,
og moy ríður móður breytir
í skýggjum,
í sálum,
á himni.

9. Maður stóð við stovuvegg

Words: Traditional
Music: Enekk arranged this version by listening to Vilhelmina Larsen í Dali from Skálavík (Sandoy) sing.

Maður stóð við stovuvegg
og styðjar seg við gullstav,
hvat gjørdi harra vár í gjár?
Slaktaði veður sín,
hvat gav hann mær?
Livur og lunga,
Gabriels tunga.
Eg gekk mær til sjóvar
og saltaði mær netju,
har kom Trana Trýta
við síni longo snípu.
Uppi í eini eikilund
har hongur ein kanna,
fýra nætur fyri jól,
dansa har jomfrúir allar,
har dansar lítla gentan,
sum ein onnur terna,
eftir henni loypur lítli drongur,
hann vil hana so gjarna,
hann vil hana vippa og nappa,
hann vil hana kyssa og klappa.
Brakar í borgum,
brúðmenn ríða
til tingar og stevna,
teir braka mest,
sum best hava fingið.
So fóru teir eftir lítlu gentu,
leiddu hana í urtagarð at ganga.
Ikki vildi hon ganga
uttan á gullspanga,
ikki vildi hon sita
uttan í gullstóli,
ikki vildi hon líggja
uttan á svanadúni.
So fóru teir á brakarating
at keypa henni gullring,
silki og sokkabond,
sjálv skal hon loysa,
og sjálv skal ho binda.
Nú hevur hon fingið
breitt fyri bringu
víðan sprota,
sprotin var av gullinum tí reyða.

Credits

Composers and Authors

Kári Sverrisson

(author on tracks 1, 5, 8; composer on 1, 4-5, 8; arranger on 1-4, 6-9)

Eyðun Lamhauge

(arranger on tracks 1-4, 6-9)

Óli á Grindafløtti

(arranger on tracks 1-4, 6-9, composer on 7)

Agnar Lamhauge

(arranger on tracks 1-4, 6-9)

Annina Paasonen

(author on track 7)

Musicians

Kári Sverrisson

(vocals & acoustic guitar)

Óli á Grindafløtti

(piano & vocals)

Agnar Lamhauge

(electric bass & double bass)

Eyðun Lamhauge

(accordion)

Justin Philbrow

(electric guitar)

Valeri Dimchev

(tamboura)

Dragomir Dimov

(tarambuki & percussion)

Production

Agnar Lamhauge

(main production)

Kári Sverrisson

(production & artwork)

Justin Philbrow

(production)

Other products by artist

Related products