Tramin – SAKARIS

Katalognummar: HJF775a
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF775a Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Tramin

Tónleikarin og framleiðarin SAKARIS gevur í hesum døgum út nýggja staklagið “Tramin”. Lagið er heldur øðrvisi enn tað sum vit kenna frá unga havnamanninum… ella hov, søgdu vit “unga” havnamanninum? Vit meintu “miðaldraða gamla gubbanum”, tí tað er júst tað ið SAKARIS er á veg at gerast, og er nýggja staklagið tískil eitt neyðarróp frá einum manni sum stendur í eini hvirlu av broytinginum og vaksandi líkasælu.

Við setningum sum “heilin bolladeiggj, sum ein smørknívur í hylstri” og “hví er høvd mítt sokkið niður í eitt runudíki?”, gremur hann seg um ein heim, ið ferðast alt ov skjótt, og ein heila sum gerst støðugt meira doyvdur og kantleysur.

“Tramin” líkist ikki vanliga 80-ara funk pop stílinum sum vit kenna frá elektrosnillingunum. Heldur ljóðar lagið sum norskur dansibands tónleikur blakaður í ein blendara við nevrotisku tónunum frá Talking Heads og Devo, sæð gjøgnum døggutar akvavitbrillur.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/tramin

Tramin

Tramin

Orð & lag: Sakaris Emil Joensen

Hvat í tramin hendi her
Hvat í allari víðu verð
Hví er høvd mítt vorðið tómt
Hví er høvd mítt sokkið
Niður í eitt runudíki
Framtíðin forsømd

Ja, hvat í tramin hendi her
Kann nakar siga mær hvat sker
Allir kantar slípaðir
Heilin bolladeiggj
Heilin bolladeiggj
Sum ein smørknívur
Í hylstri

Setandi sól
Tíðin, hon er farin frá tær
Setandi sól
Tú verður aldrin sum tú var
Tú verður aldrin sum tú var

Hvat í tramin hendi her
Vorðin áttaogtretivu
Hvussu tramin hendi tað
Eg gav aldrin samtykki
Eg gav aldrin samtykki
Nei, eg segði aldrin ja

Og hvat í tramin geri eg so
Gravi mær eitt lítið hol
Ella blotti mína sál
Beint í andliti
Beint í andliti
Hjá føroya fólki
Hoppa og dansa
Geva tykkum
Okkurt at tyggja uppá

Setandi sól
Tíðin, hon er farin frá tær
Setandi sól
Tú verður aldrin sum tú var
Tú verður aldrin sum tú var
Tú verður aldrin sum tú var
Tú verður aldrin sum tú var

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Sakaris Emil Joensen

(sang & gittar & bass & klaver & trummir & slagverk)

Framleiðsla

Sakaris Emil Joensen

(framleiðsa & ljóðbland)

Janus Rasmussen

(frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki