Lýsing
Sorgin
Søgan gongur i ring og endurtekur seg.
Tá eg var ung, var einræði ella diktatur enn til her í okkara Europa. Tað var í Grikkalandi, í Spania og í Portugal. Øll trý fullu eitt fyri og annað eftir. Í Grikkalandi varð tónaskaldið, yrkjarin og politikarin Mikis Theodorakis føddur. Tað var í 1925. Hann slapp undan at kenna til, tað sum hendir í verðini beint nú, tí hann doyði í 2021, also 4 ár áðrenn hann fylti 100.
Theodorakis vaks upp úti á eini oyggj í eini lítlari bygd. Hann var ávirkaður av tí griska fólka- og kirkjutónleikinum, sum hann var vaksin upp við. Hann slapp inn á konservatoriið fyrst í Athen og síðani í París. Mest kendur er hann fyri tónleikin til filmin Zorba. Hann var aktivur mótstøðumaður móti sitandi valdinum í Grikkalandi, ið tá var, og varð fongslaður fyri sín tónleik, sínar sangir og sínar meiningar. Hann varð jagstraður, og hann varð píndur. Hann sat fangi á einari lítlari oyggj, so hann ikki kundi ríma. Bann var sett fyri hansara tónleiki, inntil einræði fall. Orðini í hesum sangi, kundi Theodorakis hava skrivað av oynni, har hann sat fangi.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/sorgin