Náttargestir – Hamradun

Katalognummar: HJF648b
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Vørunummar: HJF648b Bólkar: , Tag:

Lýsing

Náttargestir

Náttargestir snýr seg um at ganga millum bygdir um náttina frá varða til varða við einum mána sum ljós. Í gomlum fólkasøgum gjørdist steinarnir livandi, huldufólk og trøll reika um myrku fjøllini! Einsamallur á slóðini, umgyrdur av øllum tí livandi, bíðar tú eftir, at fyrstu sólarstrálurnar rísa.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/nattargestir

Náttargestir

Words: Pól Arni Holm
Music: Uni Debess

Myrk og møk er leiðin mín,

máttur mín ei mikil longur

Sær sálin svanga mín

Norðstjørna við mær gongur

 

Gróti tað gresjar gøtu á,

grátt er millum gil

Ring er rás at reika á,

til dagurin koma vil

 

Rís tú sól úr havið,

og lýs tú mína leið.

Vitið ver tú vinur mín í nátt

 

Náttargestir tysja út,

útfrá øllum klettum og opnum

Alt sum fyrr var fast og deytt,

nú livandi úr køldum rivum

 

Rís tú sól úr havið,

og lýs tú mína leið,

vitið ver tú vinur mín í nátt,

rís tú sól úr havið,

og lýs tú mína leið,

Rís tú nú enn einaferð,

og leiðin lýsna vil.

 

Hvør klettur sum trøll,

á fløtu sær spælir

Hvør steinur nú livandi er

hvør heiði, so heiðin sum fornasta tíð.

Credits

Composers and Authors

Pól Arni Holm

(orð & lag)

Musicians

Production

Uni Debess

(production & mix)

Other products by artist