Lýsing
Leitar tú elskandi?
Hvarv er bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstavað, summir meir og summir minni. Bólkurin Hvarv er sum so ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið.
Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt Brek við lagnum Vovið av Guði.
Síðani hevur verið stilli kring bólkin, tá tað snýr seg um útgávu av tónleiki, tó at bólkurin hevur verið virkin annars av og á, men nú herjar Hvarv á aftur, og gevur nú út lagið “Sálarfrændi mín”.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/leitar-tu-elskandi
Leitar tú elskandi?
Orð: Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen
Lag: Dagfinn Olsen
Royktám um lampur, fjalir kvøldsins fjøld
styttir sær stundir í sor
Ansar ei skuggum, sum fegnir sveima kring
tónar leita út í myrkurshorn
Við fasta borð sítt, eina skuggi er í kvøld
gestur við einsemis borð
Royktám um lampur, fjøra steypum í
styttir sær stundir í sor
Hygg har dansar skuggi, livandi og væl
einsemispolka nummar fimm
Café au lait, við ánna bláligt heystar swing
dansar har ongin tað sær
dansar fyri mær
Royktám um lampur
fjalir kvøldsins fjøld
styttir sær stundir í sor
Við fasta borð sítt, eina skuggi er í kvøld
gestur við einsemis borð
S´il vous plait madame, ein løta í París,
melur Reyða mylla móð
eina dansar skuggi, langar hugleiðir í kring
dansar har ongin tað sær
dansar fyri mær
Leitar elskandi, elskar tú leitandi?
rekur vítt um lond
Lívið fór sín lagnudans við gleim
Reikar tú leitandi, leitar tú reikandi
røkkur inn til mín
hugaheimur kvettur skuggabond