Sálarfrændi mín – Hvarv

Katalognummar: HJF523b
Framleiðsluár: 2025
Sangir: 1

Vørunummar: HJF523b Bólkar: , Tags: ,

Lýsing

Sálarfrændi mín

Hvarv er bólkur, ið er settur saman av tónleikarum, ið hava uppruna í ymsum bólkum, men sum tó hava samstarvað í mong, mong ár. Helt síðani miðskeiðis í nítiárunum, hava hesir bólkalimirnir samstavað, summir meir og summir minni. Bólkurin Hvarv er sum so ongantíð givin, men hevur havt støðg av og á í longri og styttri tíðarskeið.

Í 1997 var Hvarv við á savnsútgávuni Rock í Føroyum 2 við lagnum Fortíð, Nútíð, Altíð. Og í 2000 var Hvarv við á útgávuni Vælskapt Brek við lagnum Vovið av Guði.

Síðani hevur verið stilli kring bólkin, tá tað snýr seg um útgávu av tónleiki, tó at bólkurin hevur verið virkin annars av og á, men nú herjar Hvarv á aftur, og gevur nú út lagið “Sálarfrændi mín”.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/salarfraendi-min

Sálarfrændi mín

Orð & lag: Dagfinn Olsen
(Ognaður Esther H. Suðuroy)

Tann sum elskar meg mest
Tú ert vitug og best
– altíð
Altíð har fyri meg
Varði á mínum veg
– altíð
Tað ert tú
– sálarfrændi mín

Tá um bógvin tað breyt
Ikki stuðul tín treyt
– altíð
Hevði eitt gandaorð
Um enn alt fór í sorð
– altíð
Væna drós
– sálarfrændi mín

Væna drós, ert grundarsteinur tryggur

Ei sum tú, nakar metast kann
Líki tín, um hvar mín hugur hyggur
Finnist ei
– sálarfrændi mín

Heitar løtur – kendar gøtur
Trilvandi, lívsleið rann
Eydnu løtur – djúpar røtur
– trilvandi, eydnu ríka fann

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Dagfinn Olsen

(orð & lag)

Tónleikarar

Hjalmar Magnussen

(gittar, sang)

Dagfinn Olsen

(bass, kór)

Neil Joensen

(gittar, kór)

Hans Poulsen

(klaver, v.m.)

Framleiðsla

Hans Poulsen

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)

Aðrar útgávur við sama listafólki