Lýsing
Landið
Hesar upptøkur fevna um verk eftir trý føroysk tónaskøld: Kristian Blak (f. 1947), Pauli í Sandagerði (f. 1955) og Sunleif Rasmussen (f. 1961). Plátan inniheldur fýra upprunaverk í átta skeringum. Samlaða longdin er 65 minuttir.
Sanglisti:
I. Landið
1. Landið
2. Intermezzo
3. Nationalisma
II. Gerandisdagur í Havn
4. Á Sandi
5. Úr neyðardýpi
III. Grave
6. Grave
IV. Klarinettkonsert
7. 1. movement
8. 2. movement
Upptikið í Concert Hall of the Slovak Radio, Bratislava, oktober 1993.
Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/landid
II. Gerandisdagur í Havn
Gerandis
Tað vóru neyvan tey stóru frávikini, ið eyðkendu gerandisdagin í gomlu Havnini. Dagarnir eru óivað komnir hvør í hølunum á øðrum, men kanska hava smá frávik tá givið størri kenslu av broyting enn dagligu stórbroytingarnar á okkara døgum.
Hesin tónleikurin er íblástur av hendingum í bókini Barbaru hjá Jørgen-Frantz Jacobsen. Knappliga verður gerandisdagurin broyttur, tá skip síggjast í havsbrúnni. Skip vóru sjáldan at síggja, og ilt var at siga, um hetta vóru friðargestir ella sjórænarar. Órógv kemur á fólk, og fólk gera seg til at rýma í fjøllini, men lukkutíð eru tað friðargestir. Hurlivasin og órógvin gerst líðandi til frøði og seinni ótamt veitslulag. Men gerandisdagurin er longu har dagin eftir, og vit eru aftur í góðu gomlu Havnini.
– Pauli í Sandagerði
Heilagt
Føroyingurin hevur altíð skilt millum gerandis og heilagt, men kortini livdi hann í Guðstrúnni, hvar hann enn ferðaðist. Guðstrúgvin var kletturin, gamli føroyingurin bygdi alt lív sítt á. Hetta kennist djúpt í teimum inniligu sálmaløgum, ið vaksin eru fram á hesum klettum. Annar satsur er bygdur á gamla føroyska sálmalagið: Úr neyðardýpi, Guð, til tín.
– Pauli í Sandagerði
III. Grave
Grave er verk ognað minninum um Karsten Hoydal. Tónatilfarið er tikið úr egnum lagi til yrkingina Út frá grýtutum strondum. Mær rann í huga orð yrkjarans, “eg í øllum / alt í mær” úr yrkingini Mikið, var mær givið.
– Sunleif Rasmussen
IV. Klarinettkonsert
Klarinettkonsertin er skrivað til ein føroyskan tónleikara úr tí yngra, gávuríka ættarliðnum, nevniliga Onnu E. Klett. Konsertin er í tveimum mótskipaðum satsum. Fyrri satsur er merktur av tvístøðu, bæði tá talan er um musikalskt evni og í sambandinum millum solist og orkestur. Endasatsurin er, sum heild, lýriskur, og mótsvarandi fyrra satsi, stuðla orkestur og solistur hvønn annan í framburði sínum.
– Kristian Blak