Harkaliðið – Harkaliðið

kr. 79kr. 159

Katalognummar: SHD053
Framleiðslu ár: 1971
Løg: 11

Lýsing

Harkaliðið

Vit eiga í Foroyum eitt ørgrynni av musikalskum tilfari, gamalt sum nýkomið, upprunaligløg sum løg komin uttanífrá og umskapað føroyskum líki, og alt hevur tað fingið sín eyðkenda dám hjá okkum.

Tá Mentunargrunnur Studentafelagsins fór undir at fyrireika hesa plátuna, var tað við tí í huga at nýta hetta grundtilfarið og henda serkenda dámin og seta tað í samband við ta nútímans fólkamusikalsku rørsluna, sum hevur tikið seg upp hesi seinastu árini víða hvar í heiminum. Tað var okkara vón, at eitt úrslit skuldi koma burturúr, sum kundi víst teimum bólkum heima hiá okkum sjálvum, ið higartil mest hava fingist við at spælt enskar og amerikanskar stubbar, at vit eiga tilfar sjálvi, sum tað ber til at arbeiða við. Samstundis vónaðu vit, at úrslitið skuldi gerast so listarliga og tekniskt heilskapað, at tað heldur ikki í uttanlanda samanhangi hevði fyri neyðini at smæðast.

Hetta vóru stórar vónir at seta til tey fýra í “Harkalidinum”, men vit vistu, at bólkurin hevði stóran musikalskan kunnleika umframt eina heita sál undir tí heldur spotska navninum.

Um tað hevur eydnast at koma á mál, má lurtarin avgera, men vit hava fyribils biðið ein útlendskan vinmann,  lan  McCalman,  gera nakrar viðmerkingar til úrslitið.

lan McCalman er oddamaður í tí kenda bretska fólkasangara-bólkinum “The McCalmans”.  Vinarlag teirra við limirnar í “Harkalidinum” og samsvarið millum føroyskan og skotskan musikk førdi við sær, at “The McCalmans” – just á ferð í norðanlondum – vóru við, tá plátan varð tikin upp, og stuðlaðu fleiri av løgunum við guitar, floytu og concertina. lan McCalman skrivar:

“Eg eri úr eini tjóð, sum í øldir hevur stríðst fyri at varðveita og stimbra síni tjódskaparligu eykenni. Skotland og Føroyar hava nógv í felag, tey eru bæði heft at teimum størru londunum – Skotland at Onglandi, Føroyar at Danmørk.

Tí var hiá okkum eingin kensla av at koma sum ókunnufólk, tá Annika, Kári og teir báðir ljósi og døkki Jógvan bjóðaðu okkum at vera hjá, meðan plátan varð tikin upp, og hóast eg havi havt at gjørt við nógvar bretskar plátur, so haldi eg, at hendan uptøkan hevur verið tann stuttligasta.

Henda plátan samanbindur eftir mínum tykki tey føroysku løgini við eina internationala dygd í songhátti og framførslu. Teirra samkensla við tey eldru og nýggjari løgini hevur eina styrki, sum er sjáldsom at hoyra á plátu, sum er upprunaliga ætlað so lítlari lurtarafjøld.

Allir limir í bólkinum lesa í løtuni í Keypmannahavn. Framførslur teirra í sjónvarpi og útvarpi umframt á palli hava borið føroysku sangirnar til eitt stórt tal av fólki. Tað er mín vón, at henda plátan kann siga eini enn størri fjøld, at føroysku løgini hava í sær lív og varkurleika, sum kann frøða eisini útlendingar, hóast teir ikki skilja tungumálið.

lan McCalman”

 

Síða 1:
1. ÓLAVUR RIDDARARÓS (brot)
2. Í BÚRI
3. TAÐ HEVUR TÓKT
4. KATRIN
5. STÍGUM FAST
6. EITT KVØLÐIÐ SO SÍÐLA

Síða 2: 
1. ALDAN
2. Í DANS
3. Á MØNU HJALSINS
4. DROPIN
5. GRINDAVÍSAN

 

Útgivið á:
LP.
Talgilt (Spotify, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/harkalidid

Meiri kunning

Product

CD, LP

Credits

Composers and Authors

Traditional

(orð & lag á sang 1, 5, 11; orð á 4, 6; lag á 3, 8)

Janus Djurhuus

(orð á 2)

John Davidsen

(orð á 8)

Karsten Hoydal

(orð á 10)

Jógvan Waagstein

(lag á sang 2)

Ian McCalman

(lag á sang 4)

Annika Hoydal

(lag á sang 6)

Melchior Vulpius

(lag á sang 9)

Annika Hoydal

(lag á sang 10)

Musicians

Production

Ian McCalman

(mynd á húsa)

Other products by artist