Lýsing
La familja / Seinasta heilsanin
Nýggja staklagið frá “Reyvheart”, 7 album frá føroyska Seperatist og Anti-homofobiska bólkinum 200. evnini eru væl kend frá bólkinum einaferð sagt at ljóða sum “In the Ghetto meets Motorhead as played by the Sex Pistols”: Dupultmoral um Gay rættindi og neyðtøka av føroyskum náttúrutilfeingi av altjóða fyritøkum eru evnini í hesum báðum løgunum.
Sangir:
1. La familja
2. Seinasta heilsanin
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/la-familja-seinasta-heilsanin
La familja
Orð: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Lag: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Familjan skal hava tryggar karmar at virka
Familjan er jú fundamentið undir øllum
Familjan skal hava tryggar karmar at virka
Familjan er jú fundamentið undir øllum samfelagnum
Hvørja familju helt tú eg meinti við?
Vit tosa ikki um havnafamiljur
Vit tosa ikki um einligar mammufamiljur
Vit tosa gussjer ikki um bøssafamiljur
Bøssar kunnu jú ikki vera ein familja
Hevur familjan tað gott
Hevur vinnan tað gott
Men ikki allar familjur
Tú hevur misskilt okkurt baby
Helt tú vit meintu við teg?
Vinnan skal hava tryggar karmar at virka
Vinnan er jú fundamentið undir øllum samfelagnum
Vit meina jú ikki við allar vinnur
Vit tosa jú bara um eina vinnu. Mína vinnu
Hevur vinnan tað gott
Hevur familjan tað gott
Men ikki allar vinnur
Tú hevur misskilt okkurt baby
Helt tú vit meintu við teg?
Helt tú at vit meintu við tína familju
ella tína fokking bøssutu vinnu?
Helt tú vit meintu við teg?
Hví helt tú at vit meintu við teg?
Hevur tú ikki fangað tað enn?
Hví skuldu vit meint við teg?
Eg tosi bara um meg og mína familju og mína vinnu
Tað er ræðuligt tú gloymir skjótt
Eg arbeiði fyri meg, mína vinnu,
mínar vinir og mína familju
Seinasta heilsanin
Orð: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Lag: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Eg minnist dagin tá eg møtti tær
Ein vakran várdag
Tú komst inn í okkara lív
Savnandi og fløvandi
Tá tjóðin saknaði meining og mál
Og helt at alt bara kundi vera svart ella hvítt
Tá treinst tú inn á pallin og vísti at man kann vera bæði
Mitt í millum pólarnar
Sum drangur í brimi
Ein savnandi megi á miðjuni
Tú segði at tú vildi tað góða
Fyri tjóðina, sjálva fólkasálina
Tú vildi stríðast fyri rættvisi
Verja tey allarveikastu
Og vera rødd teirra, sum onki mál hava
Um hetta var ein fi lmur, so hevði tað verið beint her
at tú verður avdúkaður sum tann óndi
í plotttwistinum í endanum
Tú lærdi meg eitt nýtt hugtak
At hallelúgva
Og tú hallelýgur alla tíðina
Tú letur sum tú at arbeiðir fyri tí góða
Tá tú í veruleikanum arbeiðir fyri sjálvan Fanan
Fokk tað er skitið
Tú ert reindyrkaður óndskapur
Fokk jú Miðflokkurin
Tú hallelýgur
Fokk jú Miðflokkurin
Tú hallelýgur
Fokk jú Miðflokkurin
Tú bara hallelýgur
Fokk jú Miðflokkurin
Hallelýgur, tú hallelýgur
Tú hallelýgur alla somlu tíðina
Fokk jú Miðflokkurin
Hallelýgur
Ha ha hallelýgur
Ha ha hallelýgur
Ha ha hallelýgur
Ha ha hallelýgur