Tazy – The Dreams

Katalognummar: DIG037
Útgávuár: 2006
Sangir: 10

Lýsing

Tazy

The Dreams blása nýtt lív í gamlar kendar føroyskar sangir.

Sangir:

1. Til allar vinir
2. Sjeikurin
3. Sa Sa Sa SA
4. Nummar
5. Siti so eina
6. Sirkus Tinganes
7. Forelskaði sjónleikarin
8. 80’ini
9. Skúlin er liðugur
10. Nú ert tú ein onnur

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/tazy

 

Tazy – The Dreams

1. Til allar vinir

Orð & lag: Jákup Marnar Anthoniussen

Av og á síggi eg meg sum tað velduga træ
hugsi yvir tíðina sum fór
minnist vinirnar
so hugnaligt tað var
men nú eru vit farin hvør sín veg.

So brosi eg eitt lítíð bros meðan eg minnist á
ein takkarskjálvti streymar hjarta mínum í
tíðin hann okkum gav
so loyndarfull og góð
eg altíð vil minnast til teg sum mín vin.

Tí tú og eg vit skilja skilnaðin
í hjarta mínum eg goyma teg skal
vinar røddir so blíðar heilsa mær
tú og eg vinir um ævir
vinir um ævir.

Tað regnar ei meir, nú stilli er og sólin kagar fram
eg hugsi várið trein á gátt
nú birtist eitt ljós
minni mínum í
enn einaferð vann eitt bros.

Kanska vit aftur ein dag heilsa tí gomlu tíð
á hvat ein rómur vildi tá
ljóða hjá mær og tær
víða nær og fjar
kanska á tí stað vit elskaðu so.

Tí tú og eg vit skilja skilnaðin
í hjarta mínum eg goyma teg skal
vinar røddir so blíðar heilsa mær
tú og eg vinir um ævir
vinir um ævir.

2. Sjeikurin

Orð & lag: Elin Brimheim Heinesen

Hon liggur har í songini við dýnu uppundir øs.
Eg spyrji: “Tú, hvat bagir tær? Tú gert meg heilt nervøs.”
Hon svarar ikki, fyrr enn eg spyrji einaferð afturat,
so smílist hon so droymandi og sigur: “Veist tú hvat?”

Tú skuldi hitt hann
ein sjeik so fittan.
Hann er lekrasta petti, sum finst her á jørð.
Tað allarbesta –
eg eri um at bresta!
Um eg ikki skjótt síggi hann, so verði eg ør
ja, eg verði púra ør – so púra ør!

Hon hoppar út úr songini og dansar alt, hon kann.
Í ørmunum ósjónliga er dreymurin, hon fann.
Hon leggur ikki merki til mín, tí hon er so glað,
hon dansar og hon syngur og eg sníki meg avstað.

Tú skuldi hitt hann
ein sjeik so fittan.
Hann er lekrasta petti, sum finst her á jørð.
Tað allarbesta –
eg eri um at bresta!
Um eg ikki skjótt síggi hann, so verði eg ør
ja, eg verði púra ør – so púra ør!

3. Sa Sa Sa SA

Orð & lag:Georg EystanÁ

Sa Sa Sa SA

mær hugar so væl títt ómáta likam
og títt fyrsta floks gongulag
vit møttust fyri einum árið
meg minnist tað sum tað var í dag

Sa Sa Sa SA

tú minnir ei sørt um marilyn monroe
tað sigst, at tú ert eitt sex-object
surkursøt fyri manna eygum
og títt smyrsl, tað er so frekt

Sa Sa Sa SA

væl kanst tú eggja mínar kenslur
í ørviti gera mína trá
tú røktar so væl tað hav av monnum
ið benda høvdið afturá

4. Nummar

Orð & lag: Terji Rasmussen

Eg eri eitt nummar
eg taki eitt nummar
alt lív mítt eitt nummar
men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Hvar enn eg vendi mær
tú eyguni sendir mær
eg kann ei ferðast frítt í hesu verð
um tú spyr meg hvør eg eri
og eg svari tær sum er
tú bert minnir meg á at mítt nummar nýtist her

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Identitetur er
søga í hesu verð
eri bert eitt nummar í rúgvuni
vís títt ID, vís títt tal
tú hevur einki annað val
tað tú hugsar, hvør tú er
tað líkamikið er

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Nú er summar og tómir lummar
vin tín bummar
tí kassadamur dummar
ikki góðtaka títt nummar

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

Eri eitt nummar
Eg taki eitt nummar
Lív mítt eitt nummar
Men einki annað nummar
ið vil geva mær eitt nummar

5. Siti so eina

Orð & lag: Hallgrím Miðberg

Eg siti so eina við bálið í kvøld,
og hugsi um teg mín elskaða.
Nú sólin fer niður, og náttin gerst køld,
og stjørnurnar glitra himni á.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prærians fløtur, fjøll og líð.
Eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

Og nú vit aftur sita saman her,
við longsli eg taki teg í favn,
aftaná hesa longu vandamiklu ferð,
eg teski títt elskaða navn.

Eg reið mær avstað til Texas bý,
yvir prærians fløtur, fjøll og líð.
Eg reið mær henda langa veg,
tí eg skuldi hitta teg,
mín hestur, mín saðil og eg.

6. Sirkus Tinganes

Orð & lag: Annfinn Nielsen

Gongur tú og melur og onki veit har at gera
Og dangurin tikist langur sum vera man
Er tann figgjarliga biram ov tung at bera
So veit eg eitt stađ iđ tú ókeypis sleppa kann

Pallurin er tann størsti í okkara landiđ
Eitt undarligt show teir vísa fyri tær
Men óttast ei tí har er ongin vandi
Tí hoyrasellunar tær vera ei brúktar har

So tak tú hendurnar úr lummanum hjá tær
Og kom ein túr í Tinganes viđ mær
Vælkomin í Sirkus Tinganes
Vælkomin í Sirkus Tinganes

Ja, kom ein túr viđ mær
So skal eg visa tær hvat ið gongur fyri seg úti har
Har finnast klovnar í hópatal teir ið tú
Valdi síðsta val

Ja, teir hugna sær tađ skal eg siga tær
Men tađ verur ofta gloymt hví teir eru har
Har finnast akrobatar iđ byggja luftkastellir
Viđ reyv iđ báđum endum so man blivur púra paff
Og onkur iđ grava undursjóvatunellir
Og floyta ein langan á fólksins paragraff

So tak tú hendurnar úr lummanum hjá tær
Og kom ein túr í Tinganes viđ mær
Vælkomin í Sirkus Tinganes
Vælkomin í Sirkus Tinganes

Ja, kom ein túr viđ mær
So skal eg visa tær hvat ið gongur fyri seg úti har
Har finnast klovnar í hópatal teir iđ tú
Valdi siđsta val
Ja, teir hugna sær tađ skal eg siga tær
Men tađ verur ofta gloymt hví teir eru har

7. Forelskaði sjónleikarin

Orð & lag: Páll Finnur Páll

Hey, hey,
gev mær ost upp á breyð
Vit bæði eru í neyð, tí eingin sær á mær
At eg eri follin fyri tær

Kom, kom,
set teg á songina
Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
Tí eg elski teg

Legg bókina frá tær
Og kom ein túr við mær
Summar er, og alt er all right
Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit

Tí í eitt longri tíðarskeið
Eri eg gingin á tína kærleiksleið
Í tvey ár havi eg nú tagt
Summi vilja kanska siga tað er feikt

Tín sjón er nóg mikið
At nøkta mín tørv í heilatikið
Tað er so lætt, tá mann dugur at spæla sjónleik

Sig, sig, hvønn tú vilt fylgjast við
Tí eg vil vita, vita, vita alt um teg
Ert tú til kaffi ella te

Men, men, vit taka ein ting í senn
Nina, nina, nina, tað skal nokk loysa seg
Tí eg elski teg

Legg bókina frá tær
Og kom ein túr við mær
Summar er, og alt er all right
Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit

Tí í eitt longri tíðarskeið
Eri eg gingin á tína kærleiksleið
Í tvey ár havi eg nú tagt
Summi vilja kanska siga tað er feikt

Tín sjón er nóg mikið
At nøkta mín tørv í heilatikið
Tað er so lætt, tá mann dugur at spæla sjónleik

Hjartasorg
Tað var alt, sum tú gav
Tú rýmdi av borg
Og rendi meg beint,
rendi meg beint útav

Legg bókina frá tær
Og kom ein túr við mær
Summar er, og alt er all right
Men tú fært ei at vita mína hemmiligheit

Tí í eitt longri tíðarskeið
Eri eg gingin á tína kærleiksleið
Í tvey ár havi eg nú tagt
Summi vilja kanska siga tað er feikt

Tín sjón er nóg mikið
At nøkta mín tørv í heilatikið
Tað er so lætt, tá mann dugur at spæla sjónleik

8. 80’ini

Orð & lag:Eyðun Nolsøe

Eg vakni, men vil bara balla meg inn,
øll ting tykjast tyngri og tyngja mítt sinn.
Sjálvt morgunin boðar ein skýmligan dag,
so veit eg tað hjálpir at syngja eitt lag.

Eg í 80’unum livi, og eg syngi og skrivi,
um okkum, sum her eru til,
tá gott er at flenna, práta og kenna,
ein kærleik’ – har alt verður til,
har alt ber til, har eg verið til…

So veit eg, úr degnum lætnar eitt skýggj,
í dansinum kanska eitt fitt lítið fríggj.
Við vinum eg skáli eina heilsu um frið
og sangurin byrjar og øll syngja við.

Eg í 80’unum livi, og eg syngi og skrivi,
um okkum, sum her eru til,
tá gott er at flenna, práta og kenna,
ein kærleik’ – har alt verður til,
har alt ber til, har eg verið til…

Vit elska og liva, vit syngja og skriva,
um heimin, vit øll hoyra til,
vit vilja øll flenna, práta og kenna,
ein kærleika har alt verður til,
har alt ber til, har eg verið til,
har alt ber til, har eg verið til…

9. Skúlin er liðugur

Orð & lag: Niclas Heri Ó. Jákupsson

Skúlin er nú liðugur og øll eru glað
Øll hava biða eftir hesum góða dag.
Tað hevur veri stravi, vit hava
Stríðst hvønn dag.
Nú standa vit saman, nú standa vit
Saman og syngja hetta lag:

Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið og
Nógvar vinir fingið
Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

Nú ringir skúlaklokkan fyri
Síðstu ferð, nu skal tað
Vera veitsla beint nú og her.
Vit skulu hugna okkum
Saman til al ljósan dag
Nú standa vit saman, nú standa vit saman
Og syngja hetta lag:

Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið og
Nógvar vinir fingið
Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

Skúlin er liðugur (liðugur)
Skúlin er liðugur (liðugur, liðugur)

Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið og
Nógvar vinir fingið
Skúlin er liðugur í dag,
Skúlin er liðugur oh yeah
Her vit hava gingið, skúlin er liðugur

10. Nú ert tú ein onnur

Orð & lag: Eyðun Nolsøe

Bylgist ímóti mær angin av ljósari tíð
sprettir um teigar hvør blóma og grønkast í líð
lyftini tú ognaði mær
tá vetrarkalt og kavi var

nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
tað skalt tú vita frá mær og tað er eg elski teg

Næturnar ljósna og tankarnir myrkna hjá mær
alt vil eg geva bert fyri ein koss frá tær
hugsi um teg dag og nátt
um løtur tá ið alt var gott

nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
men tað skalt tú vita og tað er eg elski teg

Minnist okkar bestu tíð
vit vóru ung vit vóru frí
hvør dagur sum eitt spæl,
ið aldrin aftur koma skal

Dansandi fyri mær litir í bakandi sól
vakrast av øllum var myndin av tær tá tú fór
hjartað mítt tað gav eg tær
í eygum tínum fann eg svar

nú ert tú ein onnur og vilt ikki kennast við meg
men tað skalt tú vita frá mær og tað er eg elski teg.

Credits

Composers and Authors

Elin Brimheim Heinesen

(orð & lag á 2)

Georg EystanÁ

(orð & lag á 3)

Terji Rasmussen

(orð & lag á 4)

Hallgrím Miðberg

(orð & lag á 5)

Annfinn Nielsen

(orð & lag á 6)

Páll Finnur Páll

(orð & lag á 7)

Eyðun Nolsøe

(orð & lag á 8 og 10)

Musicians

Production

Alvin Ellebye

(upptøkur)

Ingi Isaksen

(teknikari)