Lýsing
About Leðurhúsið / Ilt í fyrstani
Nýggja staklagið frá “Reyvheart”, 7 album frá føroyska Seperatist og Anti-homofobiska bólkinum 200. evnini eru væl kend frá bólkinum einaferð sagt at ljóða sum “In the Ghetto meets Motorhead as played by the Sex Pistols”: Dupultmoral um Gay rættindi og neyðtøka av føroyskum náttúrutilfeingi av altjóða fyritøkum eru temaini í hesum báðum løgunum.
Sangir:
1. Leðurhúsið
2. Ilt í fyrstani
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/ledurhusid-iltifyrstani
Leðurhúsið
Orð: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Lag: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Nú skal eg fortelja tykkum um Leðurhúsið
Tað er eitt lekkurt stað
Og har er manslega hvønn dag
Og menn av øllum handa slag
Hevur tú verið har?
Teir kenna hann har
Tí hetta er hansara slag
Men uttan fyri Leðurhúsið
Hevði tú ikki ánað tað
Í Leðurhúsinum
Ja baby
Hann velur miðfl okkin
Og verjir hjúnabandið
Men millum møtini tá hann er úti
Fer hann í Leðurhúsið
Tí í Leðurhúsinum
Har vita teir
At nú er hann komin heim
Tí í Leðurhúsinum
Har vita teir
Hvat hann er fyri ein
Hann hevur konu og børn
Fyri eina sikkurheits skyld
Tað er eitt gamalt triks
Og hann fær dikkpiks
Tey halda hann er á fundi
(Og tað er hann kanska eitt sindur)
Tá hann liggur bundin
Hann etur mannakjøt
Og deilir glansbíløt
(Men) í Leðurhúsinum
Har vita teir
At nú er hann komin heim
Í Leðurhúsinum
Har vita teir
Hvat hann er fyri ein
Hvat gert tú her í Leðurhúsinum?
Eg kundi spurt teg tað sama hannsjálvur!
Ert tú bøssi?
Noy. Eg bara hyggi
Skulu vit fara aftur um gardinuna?
Ja baby
Í Leðurhúsinum
Har vita teir
At nú er hann komin heim
Í Leðurhúsinum
Har vita teir
Presis hvat hann er fyri ein
Kom heim
Ilt í fyrstani
Orð: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Lag: Niels Arge Galán, Mikael Blak, Uni Árting
Eg fekk ilt í fyrstani
Tá teir pressaðu seg inn
Lirkaðu, tambaðu, lokkaðu, sleskaðu
Allir í senn
Handils- og strámenn
Eg fekk dýrar gávur
Og fekk luft av og á
Parfumerað glíðikrem
Tekur luktin
Fyri tað mesta
Far úr mær
Eg føli tað ikki longur
Tambaður og mýktur
Men lukturin hongur enn
Allir í senn
Handils- og strámenn
Far úr mær