Krokus – Fuglafjarðar Gentukór

Katalognummar: FKT015
Upptikið: 1986-1996
Útgivið: 2000
Løg: 18

Vørunummar: FKT015 Bólkar: , , , Tag:

Lýsing

Krokus

Fuglafjarðar gentukór byrjaði sum eitt skúlakór í Fuglafjarðar skúla 1980. 1981 var John Høybye á kórstevnuni, sum var í Fuglafirði hetta árið og sang við børnum úr Fuglafjarðar skúla. Árið eftir 1982 var Tage Mortensen og sang við Fuglafjarðar sang- og gentukóri. Hann var so hugtikin av kórinum, at hann bjóðaði gentukórinum til Danmarkar árið eftir. Farið varð avstað á páskum 1983, og var kórið gestur hjá Danmark radio Pigekor.

Fløgan, sum her er greidd úr hondum, er frá tveimum konsertum. Kórið fór á konsertferð til Østerdalen í august 1996. Jógvan á Lakjuni tók upp konsertina, ið hildin varð í Fuglafjarðar kirkju 4. Juni 1996 – kvøldið fyri, sum farið varð til Noregs.
Hin upptøkan er frá Langholts kirkju í Reykjavík, sum Ríkisútvarpið í Íslandi tók upp fyrst í juli 1986, meðan kórið var á konsertferð í Íslandi.
Tað eru brot frá hesum konsertum sum eru á fløguni.

Á fløguni eru óljóð og misljóð, sum kann órógva eitthvørt tónavant oyra. Hetta fær tó ikki verið øðrvísi, og vónandi taka tit útyvir við okkum. Mín vón er, at fløgan verður væl móttikin, og at okkurt kornið úr hesum løgum verður til gleði.
– Í Fuglafirði syngja vit, tí okkum dámar at syngja.

Mai ár 2000
Frits Johannesen, kórleiðari

Sanglisti:
1. Varmakelda
2. Tú lítla strá/Várljós/Krokus
3. Shepherd, Sheperd leave Decoying
4. Der Wald
5. Kvølds í blíða bleinum
6. God bless the Child
7. He had to run
8. Morgunlag
9. Í mánalýsi
10. Jesu Rex
11. Det er påsk
12. Saul och David
13. Gloria
14. Tað brenna 1000 ljós
15. Sá eg bros
16. Náttardøgg
17. Vøgguljóð
18. Kvirra

Útgivið:
Á plátu, fløgu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her:: https://bfan.link/krokus

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Jógvan á Lakjuni

(lag á 1, 9, 15)

Hans Andrias Djurhuus

(orð á 1, 9, 14, 15)

Eyðun á Lakjuni

(lag á 2, 14)

Frits Johannesen

(orð á 2, 8, 16)

Henry Purcell

(lag á 3)

Max Bruch

(lag á 4)

A. E. Fröhlich

(orð á 4)

B. Tómasdóttir

(orð á 5)

Arthur Herzog

(lag á 6)

Billie Holiday

(orð á 6)

John Høyebye

(lag á 7, 11, 12)

Chr. Alvag

(lag á 8)

G. B. Martini

(lag á 9)

Britt Hallquist

(orð á 11, 12)

J. S. Bach

(lag á 13)

Frits Johannesen

(lag á 16, 17)

Paul Helmuth

(lag á 18)

Hilmar Petersen

(orð á 18)

Tónleikarar

Frits Johannesen

(kórleiðari)

Eyðun á Lakjuni

(klaver á 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7, 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Jógvan á Lakjuni

(klaver á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Linda Toftegaard

(solo á 7)

Godtfred Joensen

(klaver á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Godtfred Joensen

(bassur á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Kenneth McLeod

(trompet á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Martha á Lakjuni

(solo á 16)

Framleiðsla

Fuglafjarðar kirkja

(upptøkuhøli á 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7)

Jógvan á Lakjuni

(upptøkuteknikari á 1, 2, 3, 4, 5, 6, 7)

Langholts Kirkja

(upptøkuhøli á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)

Ríkisútvarp Íslands

(upptøkuteknikari á 8, 9, 10, 11, 12, 13, 14, 15, 16, 17, 18)