Leoland
Orð: 200
Lag: 200
Eg kenni eitt fitt lítið land
Tað er so einfalt bara at
kenna seg sum barn
Nossaligt og hyggeligt og øll eru blíð
Hví skal hetta broytast, nei fananstíð
Hvør bestemmar í Leoland? Í Leoland
Leopengar, leopass og leokoyrikort
Uttan fyri leoland nyttar tað ikki ein lort
Men fínasta slag, øll eru jú glað
Tú ert skít klikkaður, um tú
ikki ert við upp á tað
Hvør bestemmar í Leoland? Í Leoland
Tingið er gjørt av pappmasjé
Øll vita væl, at teir bestemma slett ikki
Men øll eru mett av kandyfloss
Ganga full runt í meksikanarahattum
og kenna sítt pláss
Hvør bestemmar í Leoland? Í Leoland
Í Leoland, er tað eingin, sum bestemmar
Og her er slettis eingin plan
Eingin veit, hvør bestemmar
Í Leoland
Fingrarnar vekk
Orð: 200
Lag: 200
Eg segði tað við teg
Eg segði tað við teg
Tú skuldi halda tínar fingrar
Langt vekk frá Miðflokkinum, baby
Men tú hungraði
Eftir parlagi
Men hvat er verri at enda sum gimpurin
Hjá Maggu ella Jenisi
Eg segði, Høgni, halt fingrarnar vekk
Og sorry baby, rætt eg fekk
Eg segði tað við teg
Eg ávaraði teg
At tú skuldi halda tínar fingrar
Langt av fananum til frá Jenisi
Men tú lurtaði ikki
Ignoreraði meg
Og endin var sjálvandi tann
At tú so dyggiliga brendi teg
Eg bað teg halda fingrarnar vekk
Og eg eri keddur av tí baby, rætt eg fekk
Eg bað teg halda fingrarnar vekk
Og sorry baby, rætt eg fekk
Eg ávaraði teg
Eg segði tað við teg
Eg bað teg halda tínar fingrar
Langt vekk úr reyvini á Jenisi
Men tú lurtaði ikki
Tú ignoreraði meg
Og endin var sjálvandi tann
At tú so dyggiliga brendi teg
Eg bað teg halda fingrarnar vekk
Og sjálavndi baby, rætt eg fekk
Eg bað teg halda fingrarnar vekk
Og sorry baby, rætt eg fekk
Sorg og deyði
Orð: 200
Lag: 200
Teistin – Amistad
Smyril – Amistad
Ritan – Amistad
Sam – Amistad
Viðareiði – Darfur
Skopun – Vestari Áarbakki
Suðuroy – Norðurkorea
Hestur – Eysturtimor
Uttan tunnil – sorg og deyði
Uttan skattalætta – sorg og deyði
Uttan ókeypis fiskiloyvi – sorg og deyði
Uttan riddarakross – sorg og deyði
4. Statsvaldið
Orð: 200
Lag: 200
Onkur noyðist at síggja tingini
í størri perspektivi
Sum objektivt kann greina tey,
soleiðis sum tey eru blivin
Sum er líkaglaður við, hvat fólk siga
Sum ikki heldur tað vera
skilabest altíð at tiga
Onkur má peika og onkur má provokera
Onkur má arga og onkur má konfrontera
Onkur má venda og onkur má analysera
Og inntil tað hendir; má 200 sigast
at vera 4. statsvaldið, baby
Onkur noyðist at fyrihalda seg kritiskt
Til tað, sum hendir
mentarnarliga og politiskt
Sum ikki er bundin at
siðvenjum ella pengum
Sum ikki lurtar eftir
sambandsmonnum ella grenjum
Onkur má peika og onkur má provokera
Onkur má arga og onkur má konfrontera
Onkur má venda og onkur má analysera
Og inntil tað hendir, er 200
4. statsvaldið, baby
Onkur noyðist at siga tingini, sum tey eru
Onkur noyðist at siga tingini, sum tey eru
Onkur noyðist at siga tingini, sum tey eru
Onkur noyðist at siga tingini, sum tey eru
Onkur má peika og onkur má konfrontera
Onkur má arga og onkur má provokera
Onkur má venda og onkur má analysera
Og inntil tað hendir, inntil okkurt
hendir, er 200 4. statsvaldið, baby
Leys teys
Orð: 200
Lag: 200
Eg rokni við, at eg fortrongdi tað
Ikki við vilja, men tað er ikki altíð
At tú kanst gera við tað
Kanska eg legði tað í eina skuffu
Læt sum einki
Eg valdi sku at trúgva
At tú eisini vart mín løgmaður
Men álitið, tja
Eg visti tað væl
Eg visti tað so heilt forbannað væl
Men allíkavæl læt eg meg lokka
Fokk tað
Eg visti, at tú vart leys
Eg visti, at tú vart ein leys teys
Og nú tú sigur álit
Álit kemur í nógvum formum
Men onkuntíð skal man líta á
Bara skíta á tað
Onkuntíð verður tú bergtikin
Onkuntíð verður tú svikin
Tú ert sku simpul
Gimpur
Eg visti, at tú vart leys
Eg visti, at tú vart ein leys teys
Men onkuntíð skal man líta á
Bara skíta á tað
Onkuntíð verður tú bergtikin
Onkuntíð verður tú svikin
Eg visti, at tú vart ein leys
Tey søgdu, at tú vart ein leys teys
Fortrongdi, at tú vart ein leys
Visti, at tú vart ein leys teys
Eg visti tað væl
Eg visti tað so heilt forbannað væl
Eg vist, tú vart ein leys, sktin,
Two-timing fokking teys, baby
Eg visti, tú vart tað, baby
Ein leys teys
Fokktober
Orð: 200
Lag: 200
Eg eri komin yvir 6. oktober í 1992
Eg eri komin yvir 6. oktober í 1992
Fokktober
Disiplin
Orð: 200
Lag: 200
Eingin gongur sama veg
Kradda bara til sjálvan seg
Felags mál og felags stev
Disiplin, tað manglar her
Felags mál og felags stev
Tað er tað, sum manglar her
Eitt land uttan mál ella mið
Hvat hava vit løgtingið til
Gangið so í takt, gimpar
Eingin gongur sama veg
Kradda bara til sjálvan seg
Gimpar skulu pískast
Gimpar skulu tuktast
Gimpar skulu haldast
Gimpar skulu hava disiplin
Ein tjóð uttan mál ella mið
Hvat hava vit valt tykkum til
Fáið so fingurin út
Eg sakni at síggja eitt sindur av disiplin
Eitt, tvey, eitt, tvey, eitt, tvey, eitt, tvey
Stokkhólmssyndromið
Orð: 200
Lag: 200
Stokkhólmssyndromið er ein sálarlig
støða, har ein gísli fær samkenslu við
gislarænara sín. Gíslin kann fara so
langt sum at hjálpa og verja rænaran
og seta seg ímóti at verða bjargaður.
Stokkhólmssyndromið verður eisini brúkt
at greiða frá, hví bukaðar kvinnur ofta
ikki fara frá harðliga manni sínum, ella
hví misnýtt børn kunnu siga seg skilja ella
vilja rættvísgera, at tey vórðu misnýtt.
Orsakin til hetta er, at stokkhólms-
syndromið er ein yvirlivilsis- og verju-
mekanisma, eitt fruminstinkt, ið offrið
metir kunna betra møguleikar tess
at yvirliva – sama hvussu vónleys
støðan er. Offrið knýtir seg at næsta
valdsharranum í vónini um, at hesin
valdsharri fyrr ella seinni skiftir atburð.
Ofta verða tær minstu vælgerðirnar
frá rænaranum yvirtulkaðar, uttan at
offrið dugir at seta tær í perspektiv.
Vanliga verður sagt, at ein gíslastøða
skal vara í fýra samdøgur fyri at
henda sálarstøða kann festa seg.
600 ár mugu sostatt við vissu
kunna sigast at vera nóg mikið.
Hvat hava 600 ár undir fremmandum
valdi gjørt við okkum?
Nær mistu vit viljan at taka avgerðir?
Nær mistu vit eginleikan
at seta okkum mál?
Nær byrjaðu vit at taka frástøðu
frá okkum sjálvum?
Stokkholmssyndromið er
skrúvan, sum er leys
Í hvørjum einasta føroyska heysi
Nýtt blóð
Orð: 200
Lag: 200
Tú skalt velja ein politikara,
sum hevur integritetin
Tú skalt velja ein politikara,
sum er komin yvir pubertetin
Tú skalt velja ein við visjónum
Tú skalt velja ein við passión
Tú skalt velja ein við hjartanum
Tú skalt velja nýtt blóð
Tú skalt velja ein politikara,
sum ger tað, hann sigur
Sum ikki arbeiðir fyri seg
sjálvan og allar sínar vinir
Tú skalt velja ein, tú respekterar
Og ikki ein, sum eitur Gerhard
Tú skalt velja ein við útbúgving
Tú skalt velja nýtt blóð
Og soleiðis er tað, kæru børn
Tá tú velur tað sama
So endar tað ofta við
At so fært tú tað sama
Tú skalt velja ein politikara,
sum dugir at stava
Vel ein, sum veit, hvat tað
er at hava tað strævið
Ikki altíð velja tað sama, sum pápi tín
Nú er tað tín túrur at velja nýtt blóð