Lýsing
Jólakvøld fangans
Jólakvøld fangans er upprunaliga ein norsk yrking, sum tvíburðasystrarnar í bólkinum Garness hava gjørt lag til. Tær funnu yrkingina av tilvild, tá Kalsøy kommuna í Noregi ruddaði í sínum gomlu arkivum. Yrkingin er skrivað í 1932 av einum ónevndum fanga í Akershus landsfongsli, og í sorgblíða tekstinum greiðir fangin frá, hvussu hann situr einsamallur í einum fongsilskliva og hoyrir kirkjuklokkurnar ringja inn til jóla, meðan hann droymir seg aftur til barndómsins vøkru jólahátíð.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/jolakvold-fangans
Jólakvøld fangans
Orð: Anonymous prisoner at Akershus Prison, 1932.
Lag: Garness (Ingelin Reigstad Norheim og Hildigunn Garnes Reigstad)
Týðing: Hilmar Jan Hansen, 2023
Kvirra, kvirra! Klokkur syngja,
hoyr ta fjaru tónafjøld.
Kvirra, kvirra! Hoyr, tær ringja:
Nú man vera jólakvøld!
Lat í kvøld meg sleppa undan
lási fyri klivagátt.
Lat meg heldur stillan blunda
hesa kvirru jólanátt.
Gev mær frælsi bert eitt bil,
so kirkjuklokkan kann meg taka við.
Heima eg sum fangi vil
hjá mínum kæru finna jólafrið.
Síggi pápa har við borðið
eftir loknan arbeiðsdag
sita stillan við Guðs orði,
trúarhjartað lívgar tað.
Stákanin er skjótt at enda,
mamma rennur til og frá.
Á, men hússj – nú røddin kenda:
“koma, Jesus, tíni smá”.
Gev mær frælsi bert eitt bil,
so kirkjuklokkan kann meg taka við.
Heima eg sum fangi vil
hjá mínum kæru finna jólafrið.
Jólagleði, jólatokki,
jólafriður fyllir sinn.
Jólagestur vitjar okkum,
tá vit honum lova inn.
Gev mær frælsi bert eitt bil,
so gamli jólasangurin mær
linna veitir, leskar særda sinn.
Nei, eg hoyri, onkur kemur,
og eg rakni aftur við.
Takk, at hesa løtu eg
fekk henda vakra, stilla frið.