Hannah – Trúgvason

Katalognummar: HJF668b
Útgávuár: 2024
Sangir: 1

Lýsing

Hannah

Onnur stak útgáva Trúgvason, er enn ein stund við gleði. Minnið um tá dótturin var fødd, verða vakt hvørja ferð perlandi smílið, beinir alt sum er keðiligt burtur.

Lagið er bossanova kent, eitt lætt flog er yvir næstan suður amerikansku tónunum.

 

Útgivið:
Á fløgu, plátu og talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her:

Hannah

orð og lag:  Janus Trúgvason

Eitt lív uttan teg, er ei lív
Ein verð uttan teg, er ei verð

Lyfti fegin tínar byrðar, slætti tína leið
Men ganga títt fet, tað kann eg ei

Tvey eygu skína so blá og minnist afturá
Tá ið tú komst heim til mín
O, tá tú smílir, smíli eg við
Tá tú smílir til mín, so smíli eg við

Ver tú bara tú alla tíð
Liv helst títt lív uttan stríð

Lyfti fegin tínar byrðar, slætti tína leið
Men ganga títt fet, tað kann eg ei

Tvey eygu skína so blá og minnist afturá
Tá ið tú komst heim til mín
O, tá tú smílir, smíli eg við
Tá tú smílir til mín, smíli eg við

Credits

Composers and Authors

Janus Trúgvason

(orð & lag)

Musicians

Janus Trúgvason

(sang, kassagittar)

Finnur Hansen

(tangentar, kór)

Jósva Debes

(trummir)

Ragnar Finsson

(elgittar)

James Goodwin

(slagverk)

Production

Finnur Hansen

(framleiðsla, ljóðbland, frumband)

Janus Trúgvason

(útseting)