Lýsing
Gleði EP
Gleði hjá Trúgvason er ein roynd, gjøgnum tónleikin, at minna bæði seg sjálvan og onnur um, at hyggja eftir bæði teimum smáu, samt stóru hendingunum, ið bera gleði. Ríka stóra dagin tá dótturin var borin í heim, vaknandi ein vanligan morgun og sólríka gerandisdagin. Alt ymiskar hendingar, sum geva gleði á ymsan hátt og ríka lívið.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, etc.).
Lurta her: https://bfan.link/gledi
Summar
Orð & lag: Janus Trúgvason
Hannah
Orð og lag: Janus Trúgvason
Eitt lív uttan teg, er ei lív
Ein verð uttan teg, er ei verð
Lyfti fegin tínar byrðar, slætti tína leið
Men ganga títt fet, tað kann eg ei
Tvey eygu skína so blá og minnist afturá
Tá ið tú komst heim til mín
O, tá tú smílir, smíli eg við
Tá tú smílir til mín, so smíli eg við
Ver tú bara tú alla tíð
Liv helst títt lív uttan stríð
Lyfti fegin tínar byrðar, slætti tína leið
Men ganga títt fet, tað kann eg ei
Tvey eygu skína so blá og minnist afturá
Tá ið tú komst heim til mín
O, tá tú smílir, smíli eg við
Tá tú smílir til mín, smíli eg við
Løtan
Orð og Lag: Janus Trúgvason
Hyggi at tær, meðan tú vaknar, vendir tær svøvntung yvir mót mær
Leggi mín arm um tínar herðar, rísandi sólin vermir mítt lær
Saman við tær er lívið eitt lætt flog, høgt yvir øllum sum er
Saman við tær er mótgangur horvin. Gloymi meg burtur
Liva einans tú og eg her
Er nakað enn? Er nakað eftir? Eftir av tí sum alt byrjaði við
Saman við tær er lívið eitt lætt flog, gloymi meg burtur
Liva einans tú og eg her
Saman við tær, Saman við tær er alt júst sum tað skal
Og eg elski tá tú hyggur at mær
Saman við tær. Saman við tær er alt væl
Tulki títt smíl, og nú tínar rørslur, eiggjandi geva mær játtandi svar
Saman við tær er lívið eitt lætt flog Gloymi meg burtur
Liva einans tú og eg her
Saman við tær, er alt júst sum tað skal
Saman við tær, er alt væl.