Lýsing
Guð, tú ert gud mín
Í sóttarhaldi í 2020, varð hesin sangurin føddur, tá íblástur rakti gjøgnum útvarpið. Sitandi við klaverið kom melodiurin ómakaleyst til lívs, og teksturin gjørdust ein heiður til Hann, sum gav okkum tónleikin. Eina inniliga gávu beint úr sálini.
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/gud-tu-ert-gud-min
Gud, Tú ert Gud mín
Orð og lag: Dan Jógvan Eliassen
Gud, Tú ert Gud mín og Gud alra manna.
Takk, at tú skapti ein heim uttan synd
Harri, tú sigur: Alt broyttist við Adam
Jørðin bleiv bannað, og menniskjan ónd
Vit síggja tað dagliga, vilja ei hoyra
Tín lóg okkum vísir
Heilagleika tín
Vit skylda uppá Teg
Sum skapti várt oyrað
Tú fært ótøkk fyri alt, Tú hevur gjørt
Harri, tú sært alt, sum goymist í vár hjarta
Hóast alt hetta, Tú elskar okkum øll
Í tíni náði tú til okkum talar
Vísir við lóg Tíni á okkar føll
Vit síggja tað dagliga, vilja ei hoyra
Tín lóg okkum vísir
Heilagleika Tín
Vit skylda uppá Teg
Sum skapti várt oyrað
Tú fært ótøkk fyri alt, Tú hevur gjørt
Gud, Tú sum sjónina gavst hvørjum eyga
At finna føði og njóta títt verk
Harri, Tú veitst best hvat er mær at gagni
Hetta Tú sigur í Orði Tínum so
At elska teg, Skapara himins og jarðar
Og elska mín næsta eins og sjálvan meg
Og hetta tað merkir, ei øvunda honum
Ei at lirka, lokka, stjala honum frá
Guð mín eg síggji eg raki ei málið
Sum tú mær setti til kærleika og frið
Harri, tú sigur: ”Ein vegin Eg gjørdi
Til tín at ganga, hjá mær at finna grið
Eg sendi tær Son Mín, á krossi Hann doyði
Eg gav Honum dómin at taka á seg
Ja, deyðan tók Dómarin fyri tey dømdu
So at hvør, sum trýr á hann, fær ævigt lív!”
Harri, eg takki Tær fyri ta gávu,
sum tú mær keypti við tínum egna blóð
Jesus, mín Harri, eg ynski at tæna Tær, sum meg loysti frá synd og skomm og deyð
Tú lyfti gav teimum, sum líta á Navn Títt
Tú gera skalt heimin av nýggjum ein dag
Ja, ein nýggjan himmal og jørðina nýggja
Har sum rættvísi og friður ráða skal