Lýsing
Fonetika
Fonetika er ein fløga, sum fimm føroysk listafólk hava gjørt, hvør við sínum listarliga úttrykki. Fløgan er eitt savn av alskyns sjangrum alt frá klassiskum og ambient tónleiki, til beats, mjúkar balladur og popp/funk. At koma inn í eitt viðkvæmt ljóðlandslag Tónleikurin hjá Líggjasi er settur í einum róligum tempo, og hvølpur teg inn við einfaldum klavermelodium og sangi, sum fløðir runt í luftini. Tónleikurin hjá Katrinu er spælandi, organiskur og eksperimenterandi, og sameinir mjúkan sang og lættar melodiir við ódámligum rútmum og serligum ljóðsekvensum. Tónleikurin hjá Sissal kann lýsast sum eitt úrslit av ráari og einligari tónleikaligari kompositión. Vokalurin er avgerandi fyri hennara listarligheit eins og tað sæst í hennara nýtslu av effektum í hennara tónleiki. Við klassiskari tilgongd er tónleikurin hjá Jákupi illgrunasamur og intensur, samstundis sum hann miðlar ein bardaga millum ljóðføri, sum er leiðdur av eini sálarligari rødd. Við síni nýtslu av elektroniskari manipulatión vísir tónleikurin hjá Per kreftirnar í minimalistiskum melodium og vísir ein umhvørvisligan og kannandi stemning.
Sanglisti:
1. Sjósett – Líggjas Olsen
2. Leikaland – Katrina Olsen
3. Ungar Ástir – Jákup Veyhe, Sissal Grækarisdóttir Magnusen
4. Ljóðskýggj – Sissal Grækarisdóttir Magnusen
5. Til tvílembuna – Jákup Veyhe
6. Tey bíða – Sissal Grækarisdóttir Magnusen
7. Ex Nihilo – Per Ingvaldur Højgaard Petersen
8. Tú gert ikki nógv burturúr – Sissal Grækarisdóttir Magnusen
9. Við vatnið – Sissal Grækarisdóttir Magnusen
10. 5+1 – Jákup Veyhe
11. Klepri – Líggjas Olsen
12. Spælidós – Katrina Olsen
Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/fonetika