Boomboks – Swardi

Producer catalog: HJF696a
Production year: 2025
Tracks: 1

Vørunummar: HJF696a Bólkar: , , Tags: ,

Lýsing

Boomboks

Lagið “Boomboks” er fyrsta staklag hjá solistinum “Swardi”. “Boomboks” er ein blanding av nútímans poppi, ið lenar seg upp ímóti rokkinum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, v.m.)
Lurta her: https://bfan.link/boomboks

Boomboks

Boomboks

Orð: Hans Edward Andreasen
Lag: Hans Edward Andreasen, Kristoffer Mørkøre

Tað byrjar sum ein ivi
Ja, tað koyrir so skjótt
Um ongin sigur steðga
So kanst tú flyta fjøll

Oh ja

Lívið tað er lukkan tá tú droymur

Innaní tær sjálvum
Setur tú tíni mál
Um tú ivast
Kanst tú altíð selja út tína sál

Oh ja, oh ja

Høvdið larmar sum ein boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Ótilviskan kann spenna bein
Spyr teg sjálvan
Hví ger tað mein
Høvdið larmar sum ein boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Eg veit at lívið vísir mær veg
Men alt ov ofta gloymi eg meg

Ivasom er óvissan
Tú missir tín lit
At ferðast uttan kærleika
Er fallandi slit

Oh ja

Tað gongur inntil ræðslan tekur yvur
Tú leitar eftir meining
Men hvat trýrt tú uppá
Býttast er at bíða, inntil hann bankar uppá

Oh ja, oh ja

Høvdið larmar sum ein boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Ótilviskan kann spenna bein
Spyr teg sjálvan
Hví ger tað mein
Høvdið larmar sum ein boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Eg veit at lívið vísir mær veg
Men alt ov ofta gloymi eg meg

Anda, anda
Ikki bara standa
Standa fyri at verða nakað meira
Heimurin tyngist tá tú sigur ja
Fari eg nakrantíð at duga tað

Anda, anda
Ikki bara standa
Standa fyri at verða nakað meira
Heimurin tyngist tá tú sigur ja
Fari eg nakrantíð at duga tað

Høvdið larmar sum ein boomboks
Ótilviskan kann spenna bein
Spyr teg sjálvan
Hví ger tað mein

Boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Eg veit at lívið vísir mær veg
Men alt ov ofta gloymi eg meg

Boomboks
Buldrar sum ein boomboks
Eg veit at lívið vísir mær veg
Men alt ov ofta gloymi eg meg

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Tónleikarar

Hans Edward Andreasen

(sang, gittar, synth)

Kristoffer Mørkøre

(Bass, synth, trummur)

Framleiðsla

Hans Edward Andreasen

(framleiðsla)

Kristoffer Mørkøre

(framleiðsla, ljóðbland)