Blá sum havið – Rani Nolsøe

Katalognummar: HJF592c
Framleiðslu ár: 2025
Sangir: 1

Útgávudato: 19. June
Vørunummar: HJF592c Bólkar: , , Tag:

Lýsing

Blá sum havið

Meðan vit bíðaðu eftir topp fótbóltsbrakinum millum KÍ og NSÍ á Norðoyastevnu 2025 vóru vit í Studio Mike við einum nýggjum KÍ sangi. Tað var super at fáa Árna, Páll og Jákup at syngja kór. Í roynd og veru duga teir væl at syngja og rula teir eisini á vøllinum, saman við hinum leikarunum. So segði Paula heldigvís eisini beinanvegin ja til at syngja, soleiðis at tann vokali parturin av sanginum kom beint í kassan. Meðan alt hetta hendi sat Mikkjal handan knøttarnar og fekk øll hugskotini at fungera so sera væl. Og so kann hann, sum Føroya besti rokk gittaristur, altið fýra nakrar world class el gittarar av. Og mitt í rokanum gekk Eybii og tók bæði video og still myndir til ta super video, sum spurdist burturúr. Tá nakrar góðar fyritøkur – Christian í Grótinum, Kósin, KSS, Klaksvíkar kommuna, TTS og El-in – eisini valdu at stuðla prosjektinum var leyst og liðugt. Við hesum sanginum vilja vit vísa okkara kvinnum og monnum í KÍ allan stuðul og ikki minni Bláu bylgju, sum altið gongur á odda úti á teimum so sera týdningarmilku áskoðaraplássunum.

Útgivið:
Talgilt (Spotify, Youtube, Apple Music, osfr.)
Lurta her: https://bfan.link/bla-sum-havid

Blá sum havið

Orð og lag: Rani Nolsøe

Her vit koma, her vit koma, norðanífrá,
Bláa bylgja vinnur øllum á
– so vit fara eftir FM aftur í ár.

Tey bláu krima, ja tey krima – eru well,
tí her koma vit, sterku bygdarfrell,
– og vit fara eftir FM aftur í ár.

Blá sum havið, hvít sum kavi,
kvinnur og menn – vit stríðast enn,
um hægstu tindar, norðanvindar,
vit vinna FM ferð eftir ferð

Koyr á KÍ!

Ja vit vilja, vilja vera allarbest,
og vit ofra alt, og vit geva mest,
og vit fara eftir FM aftur í ár.

Solo niðurlag

Her vit koma, her vit koma, norðanífrá,
og Bláa bylgja vinnur øllum á
– og vit fara eftir FM aftur í ár.

Blá sum havið, hvít sum kavi,
kvinnur og menn – sum stríðast enn,
um hægstu tindar, norðan vindar,
vit vinna FM ferð eftir ferð

Blá sum havið, hvít sum kavi,
kvinnur og menn – vit stríðast enn,
um hægstu tindar, norðan vindar,
vit vinna FM ferð eftir ferð

Koyr á KÍ
Koyr á KÍ
Koyr á KÍ

Viðvirkandi

Orða- og tónasmið

Rani Nolsøe

(orð & lag)

Tónleikarar

Framleiðsla

Rani Nolsøe

(lagt til rættis)

Recording Studio

(Studio Mike)

Mikkjal Hvannastein

(upptøkur, framleiðsla)

Aðrar útgávur við sama listafólki