Endurspíring – Mað(k)ur

Producer catalog: HJF704
Production year: 2024
Tracks: 13

Lýsing

Endurspíring

Føroyskt: ‘Endurspíring’ er ein longsla eftir at sleppa undan gerandisdegnum og gerast partur av nøkrum betri. Tað er eisini ein samanhangandi forteljing um stríðið, sum fylgir við at ferðast út í nakað ókent. Í ‘Endurspíring’ ivast eg-persónurin ofta í, um hann hevur tikið rætta valið, og megnar ikki at dvala í friðsæluni leingi. Løgini fara frá teimum heilt stillu, inniligu og dreymakendu, til tey heilt harðu, óttafullu og ráu.

English: ‘Endurspíring’ is a longing to escape the mundane and become part of something greater. It is also a continuous narrative about the struggle of venturing out into something unknown. In ‘Endurspíring’, the protagonist often questions if he has made the right choice, and doesn’t manage to stay in bliss for long. The tunes go from being entirely quiet, sincere and dream-like, to overly loud, eerie and raw. Mað(k)ur often uses symbolism in his lyrics that reference nature; and, like nature, the music that Mað(k)ur creates is natural, raw and emotional. Above all, Mað(k)ur loves to create and to tell stories.

Tracklist:
1. Inniljóð
2. Car Song
3. Ignorant Customer
4. The Monotone Man
5. Eg eri her enn
6. Morgun (andipausa)
7. Tú sást meg naknan
8. Tann dagin, eg fann ljósið
9. Legg tínar røtur um meg
10. Tak meg við tær
11. Eg eri urt
12. Mosin
13. Tak meg aftur

Released on the following formats:
Digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.).
You can check it out by using this link: https://bfan.link/endurspiring

Endurspíring

1. Inniljóð

Music: Sølvi Næs Hoydal

(Instrumental)

2. car song

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

The man behind the wheel
Takes me places I don’t want
He says he knows me well
But I doubt it to be true
He takes me unknown places
And I have to tag along
Sometimes I feel trapped
So I just sing this stupid song:

I’m not myself
I am myself
I hate myself
I love myself

The man behind the mirror
Says that he knows who I am
But I don’t recognise him
I guess I don’t understand
He tells me I’m too special
Or I’m not special enough
But says I think too much
When I think about this stuff
He asks me “are you good,
Or is it all just one big bluff?”
He says I can’t decide
If I am soft or if I’m tough

I’m not myself
I am myself
I hate myself
I love myself

In the car I’m just a driver
I don’t need to be someone
I take my body somewhere
While I let mind stay numb
‘Cause I can’t find what mask to wear
When I’m standing in a group
And when I drive around
It’s like I’m going in a loop
Like I’m going in a loop
Like I’m going in a loop
Like I’m going in a loop

Oh I drive my car
Just to feel like I’m going somewhere
Oh, oh, oh,
But I always forget
That the sun is gonna set
And I eventually have to drive back home

3. Ignorant Customer

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

The Ignorant customer knows what is best
He gets what he wants and lets them do the rest
He goes to the butcher to buy a filet
And asks himself “what do I fancy today?”
Stops not to wonder where it may have been
Or what kind of cruelties it may have seen

But feed him it will
And feed him it shall!
And what they feed it
Won’t disturb his morale!

The ignorant customer knows what is best
He gets what he wants and lets them do the rest
He goes to sit down on his favorite chair
Made from the finest of woods from out there
Stops not to wonder how it was obtained
The land and the species that it must have pained

But comfort it will
And it looks really nice!
And what comforts the species
Won’t make him think twice!

The ignorant customer knows what is best
He gets what he wants and lets them do the rest
He goes to log in to his favorite site
That knows him so well, it is almost a fright
Stops not to look at the ads on the screen
A result of his traits consumed by a machine

But entertain him it will
And it does so quite well!
And what entertains it
Won’t alarm any bells!

“Oh, it’s a sweet
Luxury
Everything made just for me”
Oh, but you see
Nothing is free
You either sell or get sold
So leave your soul to me

4. Monotone Man

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

I’m the Monotone Man
I like watching paint dry
I like watching grass grow
I’m a very patient guy
And nothing feels too slow

I’m the Monotone Man
I like to listen to my breath
And the ticking clock
As I’m waiting for Death
To patiently knock

I’m the Monotone Man
I like to feel static
Or nothing at all
I cannot panic
I can only stall

I’m the Monotone Man
I’m the weeds growing
In the cracks, and in your floor
That you can’t pest away
So instead you ignore

I’m the Monotone Man

5. Eg eri her enn

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Eg eri her enn
Eg siti sum ein staðbundin steinur
Men eg eri her enn
Hví havi eg ein munn, um eg ikki fái tosað?
Eg eri her enn
Hví skuldi eg koma, um eg bara vil heim aftur?
Eg eri her enn
Hví fylgi eg við, tá eg ikki klári at fylgja við?

Eg eri her enn
Eg siti her aftur
Eg siti her altíð
Eg siti her enn

Gloym ikki meg
Eg skal bara vatnast
Við brúsandi eitri
Skal eg bara vatnast
Tað skal bara niður
Eg skal bara vatnast

Eg eri her enn
Eg siti her aftur
Eg siti her altíð
Eg siti her enn

6. Tú sást meg naknan

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Tú hevur sæð meg naknan
Og mín ljóta menniskjakropp
Tú hevur sæð meg naknan
Tá eg royndi at hava tað gott
Tú sást mínir feilir
Og mínar innaru tankar
Mínar løgnu rørslur
Og ein anda, sum stinkar
Eg var ikki tann sami
Eg var ráur
Eg var reyður
Og eg vísti, at innan í mær búði eitt menniskja
Sum ikki fær sitið í frið

7. Tann dagin, eg fann ljósið

Music: Sølvi Næs Hoydal

(Instrumental)

8. Legg tínar røtur um meg

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Tak meg við tær
Legg tínar røtur um meg
Tak meg við tær
Lat meg dansa í vindinum sum tú
Og føla sólina á míni mjúkari húð

Tak meg við tær
Inn í tín undurfulla heim
Tak meg við tær
Lat meg følast so vakur sum tú
Og aldrin aftur gloyma hesa løtuna nú

Tak meg við tær
Har tú kanst grøða meg
Tak meg við tær
Lat mínar feilir upploysast av tær
Fá meg at gloyma alt um ókrútið, sum eg var

Tak meg við tær
Har eg kann vera tær nær
Tak meg við tær
Lat meg spíra undir hitanum hjá tær
Bind tínar røtur um mítt blómuhjarta, sum slær

9. Eg eri urt

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Míni eygu eru steinar
Mínar æðrar eru greinar
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Míni oyru eru bløð
Míni knø eru trø
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Mín húð er blivin viður
Mínar negl eru blivnar fliður
Eg eri ikki menniskja

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt

Men kroppurin hann tigur
Nú er endiliga friður

Eg eri ikki longur eg

Eg eri tú
Hvør skuldi trúð?
Eg eri tú
Hvør skuldi trúð?

Kjøtið er rotnað
Sálin er brotnað
Tárini eru tornað
Planturnar brosa
Og elska mítt hylki av mosa

Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt
Tveit meg burt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Eg eri urt, eri urt, eri urt, eri urt
Tveit meg burt

10. Mosin

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Mosin á mínum kroppi
Veksur sum ókrút
Har eingin sær
Fjalir mínar kenslur
Og vísur alt tað ljóta
Sum við sær bar

Eg havi fingið
Ov nógva tíð
Tað hevur fingið
Ov góða tíð

Tekur um mítt likam
Etur meg upp
Til einki er eftir
Goymdur undir skitti
Men vakurleikin kemur
Tá annað upp sprettir

Eg havi fingið
Ov nógva tíð
Tað hevur fingið
Ov góða tíð

11. Tak meg aftur

Words & music: Sølvi Næs Hoydal

Tak meg aftur
Her er so kalt
So myrkt
Tú vart ein gáva
Einki er sum tú
Einki annað er enn tú

Credits

Composers and Authors

Sølvi Næs Hoydal

(author, composer)

Musicians

Sølvi Næs Hoydal

(vocals, instruments)

Production

Other products by artist