Trúgvason

Trúgvason
Janus Trúgvason roynir seg, eftir mong ár í føroyska tónlistaumhvørvinum, fyri fyrstu ferð sum solistur. Ikki óvæntað er náttúran væl umboðað í tekstunum, tó eru yrkingarnar einklar lættar og líkatil. Løgini eru melodiøs og stílurin fevnir frá country ávirkan til lounge easy listening.