Dania O. Tausen
Dania O. Tausen
Dania O. Tausen er fjøllistakvinna av Toftum. Ein sangari, sangskrivari og yrkjari, ið altíð strembar eftir at skriva markvíðkandi føroyskar yrkingar og sangtekstir, eins væl og ljóðmyndir.
Dania vann í 2023 føroysku tónleikavirðislønina FMA fyri ársins fløgu fyri sína aðru plátu, ja/nei – og restin av vikuni, eins væl og hon í 2024 varð heiðrað við Ebbuvirðislønini, sum fer til ungar yrkjarar, ið hava serligar gávur.
Við eini bachelor í ritlist, strembar Dania altíð eftir at leggja ein serligan dám á føroyska málið, eins væl og at skriva viðkomandi tekstir, sum ofta eisini eru humoristiskir.
Síðani 2019 hevur hon givið tónleik út við bólkum sum Aggrasoppar og Reality Bytes. samstundis sum hon hevur arbeitt hjá plátufelagnum Tutl og verið við til at skipa fyri yrkingaupplestrum og konsertum kring oyggjarnar. Hennara solodebutfløga gonguteigatúnatos kom út í 2021, eftir at prosayrkingasavnið Skál og fylgisdokumentarurin Skál komu út.
Dania bleiv serliga umrødd í Føroyum, tá ið yrkingasavnið Skál og heimildarfilmurin um yrkingasavnið komu út. Savnið og filmurin fingu nógva umtalu tí Dania vildi vísa á hvussu tað kann síggja út at vaksa upp innan samkomulívið á bygd og hvussu tað er at vera ungur og ivandi. Filmurin varð leikstjórnaður av Cecilie Debell (DK, 1987) og Mariu Tórgarð (FO, 1997).
Við drúgvum royndum innan tað visuella, serliga við grafiskari list og marknaðarføring, eins væl og við útflutningi av føroyskari list í eitt nú útvarpssendingini Samværi (2023-2024), lesur Dania í løtuni grafiskt design á universtiteti í Oslo. Hon spælir tó enn tónleik samstundis og arbeiðir framvegis hjá Plátufelagnum Tutl.
TALGILT
LP + CD
TALGILT
TALGILT
TALGILT
MERCH
MERCH
MERCH