Ragnar Finsson

Ragnar Finsson
Ragnar Finsson er føroyskur framleiðari, sangskrivari og tónlistafólkið handan fleiri vælkendar útgávur. Tónlistarliga, fær hann m.a. íblástur frá listafólkum sum Big Thief, Adrianne Lenker, Steve Lacy, José González, Bon Iver og Fleetwood Mac. Ragnar skrivar løg, ið kennast bæði innilig og stór, við fløktum gittarum, rúmligari framleiðslu og filosofiskum tekstum. Tónleikurin er ektaður, nærveran, háfløgdur og fólksligur.
Ragnar arbeiðir í løtuni uppá sína fyrstu solo heildarútgávu, og hann ímyndar sær, at hansara ljóð kundi mint um tónleikin hjá listafólkum sum Big Thief ella Bon Iver, sum hann eisini droymir um at hita upp fyri.
Í 2024 vann hann annaðpláss í Sement og varð í tí sambandi útvaldur at spæla á G! Festivalinum.
Áðrenn Sement, útgav hann sína EP Crossing undir listanavninum HORRSE, ið fekk sera góðar ummæli og vann honum heiðurin Ársins Nýggja Navn á FMA. Hann vann seinni eisini virðislønina Ársins Útgáva fyri Ja/Nei – og restin av vikuni hjá Daniu O. Tausen, sum hann hevði verið verið til at skrivað og framleitt. Hann hevur harumframt samstarvað á fleiri øðrum útgávum hjá føroyskum listafólkum, so sum Marianna Winter, Aggrasoppar og Marius DC.
Ragnar hevur framført sín tónleik á altjóða pallum sum The Great Escape, G! Festivalinum og Iceland Airwaves.