Til tann, ið oyru hevur! – T.O.S.

kr. 79

Producer catalog: HJF208
2010
Tracks: 10

Description

About Til tann, ið oyru hevur

T.O.S is a Christian pop-rock group from the island Eysturoy in the Faroe Islands. They started as a group of six back in March of 2008, with Bárður á Lakjuni, who is best know as the lead singer from the choir Salt.

T.O.S is an acronym for Tollarar og syndarar – meaning tax collectors and sinners. The group uses many different instruments. Besides the usual guitar, drums, bass and keyboards, they also use bells, clarinett and flute. They get their lyrical inspiration from psalms and the written words of Jesus.

Tracklist:

  1. Eg eri rík
  2. Tilvild
  3. Hvussu leingi
  4. Komið, treingjandi
  5. Sæl
  6. Tað er nú, eg skal liva
  7. Tú skalt elska tín næsta
  8. Í himmalrúminum
  9. Friðleysur
  10. Aldri gomul

 

Recording Studio: Stokumørk, Sólarmagn, Siloa, Fuglafarðar kirkja, heima hjá Jens, heima hjá Ólavi

Layout: Rógvi á Lakjuni

 

Released on the following formats:
CD and digitally on all major platforms (Spotify, Apple Music, etc.). You can check it out by using this link: https://bfan.link/til-tann-id-oyru-hevur

Til tann, ið oyru hevur!

1. Eg eri rík

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Eg eri rík! Mín trúgv er røtt, mítt hjarta fløtt. Eg havi alt, her skortar hvørki ljós og salt. Hjá mær er fínt, hjá mær er flott, hjá mær er himmalskt og so gott. Eg eri sterk og sunn og sæl, hjá mær er alt, júst sum tað skal. So væl klødd, so rík, so góð! -Áh, eg havi alt í yvirflóð. // Tær tørvar alt! Títt ljós er myrkt, søtt títt salt. Tú ert blind, flýtur flógv í tíni synd! Mína rødd tú ei vilt hoyra, bert mær vendir deyva oyrað; tú ert álvarsliga sjúk, tú hugsar ber um egnan búk. Áh, heldur enn vøkur, klødd og vakin, ert tú fátæk, arm og nakin. // Men eg elski teg, tó at tú vikin ert av veg. Men vend nú við – so tú kanst fáa grøðing, grið! Eg harða hjartað ynski bloyta, teg at bróta, teg at broyta. Eg tær veiti grøðing, grið, eg eina gevi sannan frið.

Words are written from the 3.chapture from the Revelation – Bible

 

2. Tilvild

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

“Er Gud? Er lív eftir deyðan? Er trúgvin bert ein høkja, ella leiðir hon til nakað veruligt?” – Phillip Yancey

3. Hvussu leingi

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Hvussu leingi fert tú at gloyma meg? Mínar bønir náa bert hálvan veg – hvussu leingi Gud! Hvussu leingi, Gud! // Angist og stúran floyma inn yvir meg. Hvussu leingi skal fíggindin gleða seg? Hvussu leingi, Gud! Hvussu leingi, Gud! // Hygg niður – svara mær, Harri, ger myrkur mítt ljóst. Varveit og drag tú meg, nærri, heilt inn til títt bróst. // Sál mín er stúrin, og suff míni tyngja meg. Harri, mær leingist so aftur at síggja teg. Hvussu leingi, Gud! Hvussu leingi, Gud! // Harri, tú sært meg. Tú skoðar neyð og sorg. Hjá hjartabrotnum ert tú ein hjálp, ein borg. Mær leingist, Gud. Hvussu leingi, Gud! Hvussu leingi, Gud!

Words are written with inspiration from the Psalms – and 

 

4. Komið, treingjandi

Words: Bible – translation by Victor Danielsen
Music: Bárður á Lakjuni

Komið, treingjandi og fátæk, veik og sligin, sjúk og sár! Jesus, eigur mátt og vilja, hoyrir róp og sær hvært tár. Nú, tú armi, ver vælkomin! Kom og vinn tær sælan lut! Einfalt álit á Guds Soni, tað er leiðin fram til Gud. // Ivast ikki, ver ei ræddur, einki bøt, kom, sum tú ert! Alt, ið tú kanst ofra Gudi, er eitt brotið hjarta bert. Komið, syndafull og fallin, niðurboygd av tungum stríð! Bíða ei, til tú ert betri! Tá tú kemur onga tíð.

“Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvíld” – Jesus

5. Sæl

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Sæl hini fátæku í nada eru, tí ríki himmiríkis teirra er. Sæl tey, ið syrgja – troystin teirra er. // Sæl eru tey, sum fáa frið í lag, tí heiti teirra Guds børn er. Tey hjartareinu skulu síggja Gud. // So latið okkum gleðast og fegnast, í kærleika vísa øðrum kós, í hesum heimi vera salt og ljós – og peika menniskjum á Gud. // Sæl eru hini miskunnsomu, tey sjálvi miskunn skulu fá. Hin spakføri skal arva jørðina. // Sæl eru tey, ið háðað og spottað verða fyri Harrans Jesu Kristi skuld, áh, tey stóra løn í himli skulu fá.

The song is written with inspiration from the 5. chapter of the gospel according to Matthew

6. Tað er nú, eg skal liva

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Enn ein dagur er um sýnina, tíðin trippar, titar títt avstað. Hvat geri eg, hvat fyllir meg á mínum veg? Hvar fer tíðin, hvar fer tíðin – tíðin fer. // Tað er nú, eg skal liva! Tað er nú, eg kann elska! Áh, góði Gud, meg vísan ger, so tín kærleiki mítt stavnhald er. // Ja, dagur dettur degi av so sára skjótt, tímaglasið tømist hvørt sekund! Hvat geri eg, hvat fyllir meg á mínum veg? Hvar fer tíðin, hvar fer tíðin – tíðin fer.

 

7. Tú skalt elska tín næsta

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Er trúgv mín einans eitt eiti, ein hálvhjartað bøn nú og tá, nú og tá? Hvussu kann eg so lunkaður vera, tá Guds orð mær vísir á, vísir á // At tú skalt elska tín næsta av øllum tínum hjarta. Tú skalt æra Meg og geva sjálvan teg. Ger tú rætt og vís náði, liv lív títt í eyðmýkt og sjá – tú størstu gleðina manst fá. // Er mítt lív ein signingarkelda, flýtur kærleiki Guds gjøgnum meg, gjøgnum meg? Eri falnum eg boð um hans náði, leiði friðleys og friðarins veg, friðarins veg.

8. Í himmalrúminum

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Í himmalrúminum herjar eitt hart og herviligt stríð. Stríðið fær sálir at skelva úr himli heilt niður til helja. // Vei mær í veikleika mínum! Eg fall, og fallið var stórt. Tøldur av trølskari tráan, í dárskapi doyvdur eg varð.  // Stóð sælur í egnari styrki – nú feldur og fallin í fátt. Hin Grábeinti klæddur sum kappi, við gulli og gyklan mær gloypti. // Ja, sálarstríðið er gamalt, í fyrndini fallið var føtt. Men Drottin við deyða og uppreisn, úr døkkasta díki meg dró. // Herur hins ónda man herja við snildi og svikalist, til Drottin tí vón mín skal standa – hin Hægsti er lívd, ljós og skjól.

9. Friðleysur

Words: Bárður á Lakjuni
Music: Bárður á Lakjuni

Friðleysur, fjakkar tú um og leitar eftir lukku. Slúkin sum úlvur á skóg tú glúpskur gloypir tí, sum tú sært. // Fáin á fáfongdartorgi – sál tín er til sølu. Í reikandi rúsi í nátt, tú doyvir hjartans djúpastu trá. // Longilin, trongsilin tærir títt sinn. Fallkomin fálmar tú fram. // Ja, vakkandi válar tú um og leitar eftir lukku. Tó trekur at trúgva tú ert, eitt tómrúm í tøgnini teskar. // Skammar stundir tú sært, tú vart myndaður til meira. Djúp er, sum rópar á djúp – eitt ævinligt afturljóð úr Eden. // Longsilin, trongsilin tærir títt sinn. Fallkomin trilvar tú fram.

10. Aldri gomul

Words: Bible – translation by Victor Danielsen
Music: Bárður á Lakjuni

Tey siga mær, søgan er gomul og kend, siga: Talið tó nú okkurt nýtt! Tí orðið um krossin er ov lítið nú, nú ið kunnskapur røkkur so vítt. // Jú, søgan er gomul, sum sólskinið er, men tó nýggj hvønn ein morgun sum tað; hon kveikir sum sólin í heiminum ljós, ger í sálunum alljósan dag. // Aldri gomul hon er, aldri gomul hon er, talað øld eftir øld, talað ferð eftir ferð; har deyði og synd hava óbrotið vald, er søgan um Jesus ei nóg mangan tald. // Hvør lyftir hon vónleysa syndaran upp uttan Jesus, sum leið fyri hann? Og hvør veitir troyst í tí seinastu stund uttan hann, sum av deyðanum vann? Tí venda vit frá teimum vísu við sorg til teirra, sum eru í neyð; hjá teimum hin søgan ei gomul er enn um Jesus, hans kross og hans deyð.

Credits

Composers and Authors

Bárður á Lakjuni

(author & composer)

Musicians

Bárður á Lakjuni

(vocals, choir, acoustic guitar, melodika, bells, moog)

Eiler Hansen

(choir, guitar, acoustic guitar, mandolin)

Jógvan Símun Sevdal

(choir, drums, percussion, node stand, pod lid)

Jan Nónklett

(choir, keyboard, grand piano, organ, pipeorgan, accordion)

John Eliassen

(choir, bass, contrabass, moog)

Sólrún Ásta Haraldsdóttir

(choir on tracks 2, 5-7, 10)

Ólavur Jákupsson

(choir on track 4)

Production

Jens L. Thomsen

(producer, mix, arrangement, recording)

Ólavur Jákupsson

(co-producer, arrangement, recording)

Nikolaj Vinten

(mastering (medley studios))

Other products by artist

Related products